40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikukvøldið klokkan 19.00 verður almennur pallborðsfundur um evnið ung og rúsevnir. Eyðgunn Samuelsen, Hildur Hermansen, Martin Kúrberg og umboð fyri SSP samstarvið luttaka í pallborðinum, og Angela Hentze, mamma at einum dreingi við rúsevnistrupulleikum greiður frá. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Seinastu vikurnar hevur Sosialurin skrivað um evnið ung og rúsevnir í Føroyum. Tey fólkini, sum Sosialurin hevur tosað við vísa á, at tað er ein skuggaheimur í Føroyum, har ung enda í kriminaliteti orsaka av rúsevnum. Tey ungu selja og taka rúsevni og selja samstundis seksuellar tænastur fyri at fíggja sína misnýtslu. Kriminaliteturin í kjalarvørrinum av rúsevnismisnýtsluni er umfatandi. Spurningurin er, hvat vit sum samfelag skulu gera fyri at lofta teimum, sum enda í rúsevnistrupulleikum.

Mikukvøldið fara Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum í Havn, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum og umboð fyri SSP samstarvið at kjakast um evnið og at svara uppá, hvat gerast kann fyri hesi ungu.

Angela Hentze, mamma at dreingi við rúsevnistrupulleikum, fer at greiða frá sínum royndum og upplivingum.

Tiltakið verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni mikukvøldið klokkan 19.00 og er tiltakið opið fyri almenninginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo