Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroyar eru sum land sera tengd at inn- og útflutningi, og tískil verður keypiorkan hjá tí vanliga føroyinginum eisini ávirka av hvat hendir úti í heimi.

Heimurin í dag er ikki tann sami, sum bara fyri 5 árum síðani. Nógv er hent. Korona farsótt hevur verið um allan heimin, og nú valdar kríggj í parti av Evropa.

Alt hetta ávirkar keypiorkuna hjá tí vanliga føroyinginum, serliga nú prísurin á fossilum orkukeldum er dýrkaður munandi. Fossilar orkukeldur, sum gas og olja, verða brúktar til framleiðslu av gerandisvørum. Dýrka tær fossilu orkukeldurnar, so dýrka vørurnar, sum so merkir hægri prísir og minni eftir av tøkum peningi til tann vanliga borgaran.

Tí mugu vit gera okkum meiri mótstøðufør, tá kreppur raka.

4/5 partar av allari orkunýtsluni hava sera leingi verið frá fossilum orkukeldum.

Við kjarnorku hevði borið til at fingið eina álítandi orkukeldu.

Kjarnorka útvegar eina støðuga og varandi orkukeldu, og harvið støðugan streym. Um samanborið verður við aðrar varandi orkukeldur, sum eru óregluligar og treytaðar av veðrinum, so er eitt kjarnorkuverk í gongd alla tíðina. Hetta tryggjar eina støðuga veiting av streymi at nøkta orkutørvin. Kjarnorka varðveitir eitt støðugt streymnet, og stuðlar tillagingini av einari regluligari varandi orkukeldu.

Við hesum sleppa vit í framtíðini undan at innflyta so nógva ráolju, sum vit gera í dag. Ráolja sum er sera tengd at viðurskiftum úti í heimi.

Við kjarnorku høvdu vit kunna fingið bíligan streym, sum so eisini hevði stuðlað undir einum bíligari kostnaðarstøði í Føroyum.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo