Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum vant kønkaði stakkals Steingrund í D&V, tá hann varð spurdur, hví 75 ára gamla fiskiklógvin í Leirvík, Kjartan Joensen, einsamallur á útróðrarbáti dró 11.500 pund av stórum norðhavstoski og sleit upp land.

Steingrund hevur jú ofta spátt, at nú er toskurin við Føroyar aftur útdeyður.

Osmund Justinussen fekk aftur hesa ferð rætt og Havstovan skeivt, at fiskur hevur stert og er ávirkaður av øðrum enn giting og royndartroling.

Johan H. Mortensen, nú serfrøðingur í bankatoski og í 100 ára klimaspá, vil vera við, at sær fyri at takka er bankatoskurin afturkomin eftir 20 ára friðing

Kvinnuligt PhD í andvekri
Ein kvinna vardi og vann PhD-prógv um, at føroyskir sjómenn sova ov lítið. Tillukku við tí.

Tað krevst ikki akademiskt prógv fyri at vita, at flestu fiskimenn hava fasta vaktskipan, t.d. 6 tíma arbeiðs- og 6 tíma frívakt hvørt samdøgur.

Til fiskiskap arbeiða teir (ikki tær) so nógvar tímar, sum neyðugt, og millum túrar gera teir annað enn fiska, kanska enntá sova viðhvørt.

Normal fólk skilja, at viðhvørt mugu menn ‘bróta vakt’ og ikki fara frá fongi á dekkinum, tá fiskur skal t.d, blóðgast, kryvjast, ísast ella flekjast og frystast.

Annars moltnar fiskurin, meðan menn sova.

Á sjónum eitur einki lækking av arbeiðsvikuni niður í 35 tímar. Har skal arbeiðast 24/7 í vaktum, til túrurin er av.

Um alt bar til, høvdu tey 3.000 fólkini á skipum og í góðsking á landi ikki kunnað breyðføtt seg sjálvi umframt okkum 54.000 føroyingar.

Men hálv- og heilstuderaðir ‘røvarar’ gera alt fyri, at politikarar við lóg og skatti tvinga fólk í framleiðslu- og tænastuvinnum at fíggja eina skrivstovu ella stovn aftrat til fólk við 35 tíma (ella stytri) viku fyri fasta løn og starvstrygd, sum vita alt um svøvn og andvekur?

Mótmæltu ikki Stalin, men nú Putin
Javnaðar- og tjóðveldissosialistar mótmæla Putinsa njósnaraskipum í føroyskum havnum.

Víst er hann líka stórt beist sum Hitler, ið knústi Póland eftir 1. sept, 1939.

Putin kundi fyri tað verið abbasonur Josef Stalin (Hví ikki? Politiskt líka fúlir).

Vit hátíðarhalda hvítusunnu. Í tíðini við Jarntjaldi var hon føst mótmælistíð.

Vit borgarligu, nú tilkomnu, minnast, hvussu foreldur og/ella núverandi komm-sosialistisku veljarar hjá Aksali, Ingilín og Høgna fóru kravgongu úr Mjørkadali hvønn 2. hvítusunnudag oman á Vaglið at mótmæla NATO.

Tá lógu sovjetisk ‘tindasvín’, loðin av antennum, við kei kring í Føroyum.

Hildu um nøsina
Haldandi fyri nøsina av ideologiskum grundum undirskrivaðu borgarligir politikarar í 1977 fiskivinnusáttmálan við Sovjet (og Norra) um Barentshavið.

Vit vistu, at fiskimørkini uttan um Føroyar vórðu útflutt í 1978, so vit mistu gomul rættindi í Norðurhøvum og máttu fyri at yvirliva fiska, har fongur fekst.

Nú vilja eftirkomarar hjá føroyskum ‘friðardýrum’ ímóti NATO (fyri Sovjet) bannlýsa rustikustum, tí tey eru russisk og ikki longur sovjetisk skip.

Skuldu vit mist Barentshavið av politiskum kleyvarskapi, so hevði tað minst kostað Føroyum 500 mió kr í útflutningsvirði.

So mátti landstýrið uppvigað tapið og uppsagt minst 1.000 almenn starvsfólk (tey flestu sosialistiskir veljarar). Men tað hvørki vil ella torir landstýrið at gera.

Hvar er ‘umboðandi’ demokratiið
Annars fingu vit eitt lítið ‘umboðandi’ landstýri geografiskt og ideologiskt.

Tvey landstýrisfólk í Vági, teirra millum fiskimálaráðharrin, hóast eingin fiskivinna er í Vági, heldur ikki hasin ‘løgni fiskurin’ Alex Vilhelm, ið sigst hava spekulerað í 80 mió kr av fiktivum fiskiloyvum uttan nakran stert upp á land.

Dennis (eins og Høgni) vil tjóðartaka fiskiflotan við at banna ‘rullandi’ loyvum.

Hini 6 landstýrisfólkini búgva í Havn, ein er Hoydal, vinnumálaráðharri.

Hann hevur nóg illa tjent eina tímaløn í arbeiði, enn minni útgoldið øðrum eina tímaløn fyri at hava verið í arbeiði hjá Hoydal sum vinnulívsmanni.

Eyðræna fiski- og alivinnuna
Aðaláhugin hjá hesum landstýri er at mjólka føroyskum vinnulívi, serliga fiski- og alivinnuni, við nýggjum veiði- og tøkugjøldum, skjótt 100-tals mió kr árliga.

Henda nýggja almenna inntøka kann tá ikki longur gagna vinnulívinum og starvsfólki, styrkja tess kapitalgrundarlag og tryggja tess framtíð.

Henda sosialistiska eyðræning skal býtast javnt ímillum teir 12.000 alment løntu veljararnar, ið eru grundarlagið undir sitandi samgongu.

So liggur vertin á hinum 15.000 veljarunum, sum stríðast við at skapa alla ta framleiðslu og tað útflutningsvirði, ið Føroyar liva av.

Tey enn tá veikari kunnu bara fáa ‘eitt lyft’ sum plástur á sárið.

Eina ferð enn skulu pengar flytast frá teimum, ið arbeiða vinnuliga, til teirra, ið umsita alment.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo