Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Prísvøksturin er minkaður, men er enn høgur, og hetta sæst aftur á søluni. Hóast prísvøksturin á 'mati og drykkjuvørum' er hægst av teimum trimum smásøluvørubólkunum, so sær prísvøksturin í samfelagnum enn út til at ganga út yvir søluna av 'klædnavørum og fótbúnaði'.

Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørd upp fyri annan ársfjórðing í ár. Tølini eru býtt á vørubólkarnar 'matur og drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'. 

Prísvøksturin hevur verið stórur seinasta árið. Síðsta ársfjórðing í fjør toppaði prísvøksturin við 10,1%, men minkaði niður í 8,3% fyrsta ársfjórðing í ár, og annan ársfjórðing í ár var prísvøksturin 4,4%.  

Mongdin av seldum matvørum minkað
Prísirnir á 'mati og drykkjuvørum' hækkaðu 11% frá 2. ársfjórðingi í 2022 til 2. ársfjórðing í ár. Tá sølan verður gjørd upp í ársins prísum, er hon 9% hægri hetta tíðarskeiðið. Draga vit prísvøksturin frá, so fæst virðið á mongdini av seldum vørum, kallað 'sølan máld í føstum prísum'.

Sølan máld í føstum prísum á 'mati og drykkjuvørum' er 2% lægri hetta tíðarskeiðið.

Tað merkir, at hóast virðið á søluni er hækkað frá 2. ársfjórðingi 2022 til 2. ársfjórðing í ár, so er mongdin av seldum vørum lækkað 2%. Hetta talið hevur verið tó verið lægri.

Tá prísvøksturin toppaði síðsta ársfjórðing í fjør, var mongdin av seldum vørum lækkað 10%.

Prísir á 'húsbúnaði og húsarhaldsútgerð' hækkaðu 9% frá 2. ársfjórðingi í 2022 til 2. ársfjórðing í ár. Sølan í ársins prísum hetta tíðarskeiðið er 5% hægri enn árið fyri, og umroknað til fastar prísir lækkaði sølan hetta tíðarskeiðið 4%.

Klædna- og skósølan minkað bæði í nøgd og virði
Søla av 'klædnavørum og fótbúnaði' er framvegis merkt av prísvøkstrinum í samfelagnum seinasta árið. Hóast prísurin á klædnavørum og fótbúnaði bert er hækkaður 1% hetta seinasta árið, so er sølan í ársins prísum og í føstum prísum minkað 16%.

Samanumtikið kann sigast, at av hesum trimum vørubólkunum var prísvøksturin størstur á ‘mati og drykkivørum’, nevniliga 11%, meðan hann var lægstur á ‘klædnavørum og fótbúnaði’, ið vaks við 1%. Kortini lækkaði sølan av klæðum og fótbúnaði heili 16%, meðan sølan av mati og drykkjuvørum einans lækkaði 2%. Hetta er sama gongd sum seinastu ársfjórðingarnar, har hækkandi prísir, ið vit serliga síggja á 'mati og drykkjuvørum', hava størri avleiðingar fyri søluna av 'klædnavørum og fótbúnaði' enn søluna á 'mati og drykkjuvørum'. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo