Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

So kom enn ein frágreiðing sum ávarar um, at golfstreymurin, sum eigur lívið í okkum, er í álvarsligum vanda fyri at søkka saman, kollapsa, men tað er ikki til at vita, um tað hendir um 5, 10 ella 100 ár.

Tað eru týskir granskarar sum hava gjørt nýggju kanningina, og hon er kunngjørd í viðurkenda, vísindaliga miðlinum, Nature.

Trupulleikin er nógva feska vatnið frá bráðnaða innlandsísinum í Grønlandi og Norðpólinum, sum ávirkar Golfstreymin og ger, at hann viknar.

- Vit síggja heilt týðulig tekin um viknandi streym, og tað hevði eg ikki væntað, og eg haldi tað vera ræðandi, sigur Niklas Boers frá Potsdam Institute for Climate Impact Research í Týsklandi við The Guardian.

Gofstreymurin hevur stóran týdning fyri lívið í havinum kring Føroyar, og hann ger eisini, at tað ikki er so kalt her, sum tað annars hevði verið stóran part av árinum.

Les eisini:

Ivast í «ræðslu-frágreiðing» um havstreymar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo