40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikael Hansen, navnframur knívasmiður, kemur til Føroyar at hava skeið í at gera knívar.

Í tí sambandi kemur hann á Bókasavnið við Løkin at hava eina framsýning av knívum og bókum sínum um at gera knívar.

Mikael Hansen hevur gjørt knívar í yvir 25 ár, og hevur skrivað fleiri bøkur um hetta yrki. Hann fer á framsýningini at vísa fram og greiða frá um bøkurnar og knívarnar.

Hann fer at vísa knívar til veiðu og fiskiskap úr øllum sløgum av tilfari. Mammuttonn, móeik, korall, íbinviði og masurbirki - stórar knívar og smáar knívar. Henda framsýningin er rættiligt krás fyri kníváhugaði.

Mikael hevur selt knívar um allan heimin, men serliga errin er hann av knívunum, sum hann hevur selt til matstovuna noma. Hetta fer hann eisini at greiða frá um.
Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina, sum verður Kristi himmalferðardag frá kl. 10-14.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo