40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ivan Kolpakov, stjóri í Meduza, uttan fyri Norðurlandahúsið, har hann fer at greiða frá stríðnum fyri tali- og skrivifrælsi í Russlandi

Ivan Kolpakov, stjóri í Meduza, uttan fyri Norðurlandahúsið, har hann fer at greiða frá stríðnum fyri tali- og skrivifrælsi í Russlandi

Fróðskaparsetrið: - Tað vit stríðast fyri, er tali- og skrivifrælsi í Russlandi.

Tað sigur Ivan Kolpakov, stjóri í Meduza, ið er ein russiskur miðlaportalur í útlegd. Í 2014 rýmdu umleið 20 fólk úr Moskva til Riga í Letlandi, og settu eina frælsa russiska pressu á dagsskránna.

Í dag hevur Meduza 4 mill. vitjandi um mánaðin. 70 prosent av teimum eru úr Russlandi. Men hvønn dag liva tey við hóttanini um, at Putin trýstir á STOPP-knøttin og tíðindaheimasíðan verður læst fyri fólki í Russlandi.

Ivan Kolpakov lýsir gongdina í Russlandi undir Putin, um propagandamúrin, sum Putin hevur sett upp í Russlandi.

Í Norðurlandahúsinum týskvøldið 15. mars kl. 19. Ókeypis atgongd.

Tað er VITSKA, ið skipar fyri. VITSKA er afturvendandi tiltak, sum Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið skipa fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo