40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 2015 varð Koks útnevnt ársins matstova í norðurlondum. Í 2017 gjørdis Koks nummer tvey á White Guide, samstundis sum Poul Andrias Ziska fekk tittulin ársins unga kokkatalent. Í 2017 fekk Koks sína fyrstu michelin-stjørnu, og Poul Andrias Ziska og Karin Visth gjørdust rockstjørnur – eisini í altjóða miðlum, og Føroyar varð sett á gastronomiska heimskortið. Tá næsta stjørnan kom í 2019, blivu Føroyar eitt mið fyri gastronomar úr øllum heiminum. Fólk komu til Føroyar bara fyri at eta á Koks.

Sambært Horesta eru tað í Danmark eitt stað millum 17.000 og 19.000 matstovur. Av hesum eru tað 2 sum hava tríggjar michelin-stjørnur, 6 sum hava tvær, 18 sum hava eina stjørnu. Tvs. at út av gott 18.000 matstovum, eru tað 26 sum hava michelin-stjørnur, ella 0,144 %. So sjáldsamt er tað at fáa hendan heiðurin, sum Koks hevur vunnið sær.

Í Føroyum eru vit so heilt ótrúliga upptikin av, at onkur skal hava meira enn onkur annar. Hettar hevur einki við tað at gera, at Gist & Vist skal hava nakað sum helst. Hettar handlar um framburð, nýhugsan, ferðavinnu og framtíðina hjá Føroyum og øllum Føroya fólki. Gist & Vist eigur initiativið og hevur ein stóran part av æruni av, at Føroyar eru vorðnar kendar sum eitt eksotiskt ferðavinnumál, har føroyska matmentanin er ment til nakað, ein ikki skuldi trúð bar til. Turrfiskakips, kúfiskur og baldursbrá, sjópylsa við sellarí, toskalivur og sundmagakips, tvíflís gjørd av toskarhøvdi og skræðu, soppar og jarðkneysaísur; oljur, te, djús við urtum úr smábygdum í Føroyum. Tað er eingin endi á tí.

Nú er Gist & Vist enn eina ferð komið við eini verkætlan. Hesu ferð við eini verkætlan sum er so serstøk, at einki sum bert líkist, er sætt í Føroyum áður. Eftir ætlan skulu tey byggja tveir býlingar. Annar skal hýsa sjálvum matstovuvirkseminum hjá Koks, hin skal vera ein bóndagarður við djórahaldi. Harafturat skulu smáttur byggjast í lendinum, aðrar serligar upplivingar fyri gestirnar skulu vera, so sum ein bátabrúgv við møguleika fyri sjódyppi, hitapottar í helluni og møguleiki at baða í sjálvari Fossdalsá.

Og her ganga vit og kunnu ikki ordiliga bestemma okkum til, um Fossdalsgjógv skal vera karmur um Koks ella køst. Bóndasamfelag ella framtíð. Skil meg rætt. Eingin dámar betri turt kjøt og ræst kjøt enn eg. Og sjálvandi skulu vit framhaldandi hava bóndur og seyðahald í Føroyum, og nokk av tí. Men álvara tos. Vit mugu taka hettar seriøst og flyta okkum inn í framtíðina. Aðrastaðni er matur list, sum fólk gjalda nógvar pengar fyri at keypa. Lat for hundan Koks sleppa í gongd, og legg køstin onkra aðrastaðni. Og minnist til, at tá tað regnar á prestin, dryppar tað á degnin.

vinarliga
Súnfríð Lambaa Ihlen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo