40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

3. desember er altjóða brekdagur, og í ár er evnið “17 mál at fremja fyri framtíðina vit ynskja okkum”.

Hesi 17 málini byggja á meginregluna um, at eingin skal verða gloymdur ella liggja eftir. Málini snúgva seg um alt frá at basa fátækradømi, hava javnrættindi og um at fáa somu møguleikar til útbúgving, sum onnur. ST boðar frá, at arbeitt verður fram móti hesum málum til 2030, tá vit skulu hava ein meira fevnandi og rættvísan heim fyri fólk, ið bera brek.

Sameindu tjóðir hevur síðani í 1992 árliga hátíðarhildið altjóða brekdag 3. desember kring allan heim.

Í ár verður eisini mett um, hvar vit eru stødd í mun til ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek og í viðurskiftunum viðvíkjandi burðardyggari menning. Harvið verður eisini grundarlag lagt fyri framtíðina, sum í størri mun skal fevna fólki, ið bera brek.

Í ár kunnu allir føroyingar vera við at hátíðarhalda altjóða brekdagin í Norðurlandahúsinum. Tað eru Almannamálaráðið, Ráðið fyri brekað og MBF, sum saman skipa fyri degnum, sum er ókeypis. Byrjað verður kl. 12.00, tá ið Dugni borðreiðir við ókeypis kaffi, køkum og frukt.

Kl. 13.00 bjóðar Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað, vælkomin og gevur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnuni í almannamálum, orðið og hon setur sjálvan brekdagin.

Undir heitinum “Ver virkin!” fer Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum, at tosa um týdningin av at vera virkin og vísa á gransking inna økið. Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi hjá ÍSB, fer at tosa um arbeiðið teirra, og hvørji tilboð eru til tey, ið ynskja at íðka ymiskan ítrótt. Eisini hoyra vit frá Kristu Mørkøre, luttakari á Paralympisku leikunum 2016, og frá Signu Vár Dávadóttir Joensen, luttakari á Special Olympics 2015.

Kl. 15.00 tekur Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, samanum.

Eitt tónleikainnslag verður eisini við Eyðun Ásason, Guðrun Sólju og Janus Kampmann. Teknmálstulkar eru somuleiðis við til fundin, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo