40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vinnan sigur altíð,  at kundin skal koma í fyrstu røð.

Sama eigur sjálvandi at vera galdandi tá talan er um kommunala tænastu: Borgarin í fremstu røð.

Tí var tað var ógvulig hugstoytt at lesa, at tað tekur um tríggjar mánaðar at fáa eitt vanligt byggiloyvi í Tórshavn.

Fólk hava bíðað í áravís at fáa eitt grundstykki, síðani skulu tey bíða í longri tíð at fáa stykki matrikulerað, og so aftur at bíða í tríggjar mánaðar eftir byggiloyvinum.

Tað kann ikki vera rætt. Tá er borgarin ikki frammaliga í kommunala huganum, nei, hann er rættuliga aftarliga í røðini.

Eg veit væl, at kommunan hevur nógv at gera, men við umskipan og størri virðing fyri borgaranum, kann og skal slík long bíðitíð styttast munandi.

Jan Christiansen, Listi A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo