Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fegnast um, at landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum loksins góðkendi semjuna við Starvsmannafelagið.

Tað hevur stóran týdning fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, at semjan bleiv góðkend, tí talan er um sera prinsipielt mál í mun til bæði kommunala samráðingarrættin og kommunala sjálvræði. Nevndin í felagnum fegnast um, at allar kommunur í landinum hava staðið saman um, og stuðla felagnum í hesum sera týdningarmikla og prinsipiella máli – og ikki minst fegnast vit um, at starvsfólkini, sum starvast hjá kommununum nú verða eins lønt og tey hjá landinum.

Semjan, ið varð undirskrivað tann 3. juni 2020 varð gjørd við støði í semjuni millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið fyri somu starvsfólk í starvi hjá landinum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið metir góðkenningina at verða eina staðfesting av, at semjan leyk lógarinnar krøv. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur vísandi til serstøku viðmerkingarnar í § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini tryggjað limunum hjá Starvsmannafelagnum, at tað framhaldandi verður samsvar millum lønirnar hjá hesum starvsfólkum - líka mikið um tey eru í starvi hjá landinum ella kommununum, teimum er tryggjað eitt javnt alment lønarlag.

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er ikki í iva um, at felagið hevur hildið seg innanfyri lógina og heimildina hjá felagnum at samráðast um sáttmálar á kommunala sáttmálaøkinum; felagið hevur greitt hildið seg til ásetingina í kommunustýrislógini í § 5, stk. 5, og harvið hildið seg til endamálið við lógarásetingini.

Nú landsstýrismaðurin hevur góðkent semjuna, og harvið staðfest sjálvstøðuga samráðingarrættin hjá kommununum, verður ikki neyðugt at royna málið í Føroya Rætti.

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er og hevur alla tíðina verið fullgreið yvir óvissu búskaparligu støðuna í landinum í kjalarvørrinum av korona. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekur støðuna í størsta álvara; felagið hevur seinastu tíðina m.a. grundað á óvissu búskaparligu útlitini gjørt 1 ára sáttmálar – og annars tillagað samráðingarnar til gongdina í samfelagnum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer í hesum sambandi at taka upp samskifti við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, harundir eisini Fíggjarmálaráðið um gongdina í búskapinum og ávirkanina hendan hevur á víðari samráðingarnar. Partarnir mugu seta seg saman at umrøða støðuna og skapa eina felags fatan av víðari samráðingunum.

Samráðingarnar á kommunala arbeiðsmarknaðinum halda fram, tá fundir eru avtalaðir við bæði Maskinmeistarafelagið og Heilsurøktarafelagið í vikuni.

Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Annika Olsen, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo