40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landssjúkrahúsið hevur í kunngerðum gjørt tað púra greitt, og nú gera kommunulæknarnir tað sama.

- Av tí, at tað framvegis eru nógvir tilburðir av Covid-19 í Føroyum, heita vit á fólk – eisini tey koppsettu - um at hava negativt podanarsvar áðrenn tey møta til viðtalu. Soleiðis siga tey í kommunulæknaviðtaluni á Strondum, og Sjóvar kommuna ber boðskapin á heimasíðuni.

Snartestir, sum kunnu keypast í handlunum, kunnu ikki brúkast og eisini børn sum skulu til kanningar, eisini barnakanningar, skulu hava negativa test.

- Vit heita á tey, sum enn ikki eru koppsett fyri Covid-19, um at fáa hetta gjørt, ljóðar áheitanin frá kommunulæknunum á Strondum í Sjóvar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo