Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Konsertfelagið: Leygardagin verður aftur høvi at hoyra tveir av vinnarunum í klassisku tónleikakappingini, Stella Polaris 2017.

Konsertfelagið skipar saman við Tórshavnar Musikkskúla fyri konsert, har Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, ið spælir akkordeon, fer at framføra. Hon vann kappingina í yngsta bólkinum við luttakarum til og við 13 ár. Í bólkinum við tónleikarum í aldrinum 14 til og við 18 ár vann Helena Joensen, klaver, og hon verður eisini at hoyra á konsertini.

Umframt hesar báðar, fer ein Gittarbólkur undir leiðslu av Ólavi Jakobsen og Ragnari Olsen at framføra, eins og kórið Cantus hjá Tórshavnar Musikkskúla fer at framføra. Dirigentar hjá teimum eru Kári Bæk og Joanna Johansen.

Talan er sostatt um eina fjølbroytta konsertskrá, har áhugaði fáa høvi at uppliva úrslit av tí frálíka arbeiðið, ið musikkskúlin ger.

Konsertin, ið er ókeypis, verður kl. 15.00 í Auluni í Finsen (í gamla Kommunuskúlanum).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo