40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, fara at framføra í Leirvíkar kirkju, mikudagin 27. apríl 2022  kl.20.

Monika og Ólavur hava spælt nógvar konsertir saman, bæði í Føroyum og uttanlands. Í mai í ár fara  tey á konsertferð til Sveis. Hetta er aðru ferð, at tey vitja í Sveis.

Tey bæði, Monika og Ólavur, hava lagt seg eftir, at seta skránna saman, so hon hevur tónar úr tí serstaka bel canto-tíðarskeiðinum, norðurlendskar tónar eftir Grieg, William Heinesen, Jens Christian Svabo, brellbita av ungverskum Czardas og so okkurt forkunnugt úr Sveis, heimlandinum hjá Moniku

Ókeypis atgongd. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo