Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Lena Anderssen, Kristina Bærendsen, Jens Marni Hansen og Lea Kampmann fara á pall, tá konsert til frama fyri Barnaheimið í Havn verður í Østrøm leygarkvøldið 30. apríl kl. 20.00.

Konsertin hevur sum endamál, at savna pening inn, so Barnaheimið í Havn kann keypa ljóðføri, til búfólkini. Ætlanin er at fara undir at skipa fyri einum tónleikaátaki á Barnaheiminum í næstum, og til hetta krevjast ljóðføri.

Jens Marni Hansen, tvær av okkara allar fremstu songkvinnum, Lena Andersen og Kristina Bærendsen, umframt ein av mest lovandi ungu røddunum Lea Kampmann borgar fyri einum kvøldi við frálíkum tónleiki í framúrskarandi góðu kørmunum í Fabrikkini í Øström.

Lena er fløguaktuell við meistarligu fløguni “Eagle in the Sky”, ið hevur fingið óvanliga góð ummæli. Síðan útgávuna hevur Lena spælt nógv kring Føroyar, men áðrenn leiðin gongur víðari út í heim, fer hon at spæla fyri okkum í Østrøm.

Kristina Bærendsen er millum best dámdu og dugnaligastu røddunum innan kontritónleik. Hennara nýggjasta fløga, er ein tann mest selda í føroyskum høpi.

Jens Marni Hansen hevur á sínum trimum seinastu útgávum víst seg, sum ein av okkara allar bestu. Í fjør kom útgávan Føroyskir klassikarar, har Jens Marni tulkaði nøkur av bestu føroysku løgunum, saman við serligum gestum. Jens Marni er betur umtóktur enn nakrantíð áður.

Lea Kampmann er ung songkvinna og sangskrivari, ið seinastu mánaðirnar hevur vakt alsamt størri ans, eitt nú við síni framførslu í beinleiðis útvarpssending. Nú ein av døgunum kom lagið “White Bird” út á Youtube.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo