Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Uppliv operasangaran sum vann Britain’s Got Talent í 2007.

Hann bleiv heimskendur fyri 15 árum síðan, tá hann var við í vælumtóktu sendingini Britain’s Got Talent. Síðani tá, hevur hann rørt hjørtu kring allan heim, við síni óvanliga sterku rødd.

Paul Potts frá Wales, livir nú dreymin. Hann varð øll barndóms- og ungdómsárini happaður og er tað við til, at gera søguna um hann enn betur. Hann fann troyst í lokalu kirkjuni, har hann bleiv partur av kirkjukórinum og sum 16 ára gamal byrjaði hann at vera áhugaður í opera. Í 2007 stillaði hann upp í Britain’s Got Talent og byrjaði ferðin í móti toppinum longu til fyrstu audition, ið er ein hin mest sædda í søguni hjá Youtube.

Við stórum fjepparaskara í ryggsekkinum útgav hann fløguna ‘One Chance’ ið vísti seg at vera altjóða gjøgnumbrotið fyri Potts, tí fløgan var nummar 1 í 13 londum. Hann framførdi tvær ferðir í sendingini Oprah og byrjaði sína internationalu konsertferð.

Søga hansara er so hugtakandi, at ein filmur er gjørdur um walisisku songstjørnuna, ið ber heitið ‘one Change’ har høvuðsleikluturin verður spældur av kenda sjónvarpsvertinum og films-sjónleikarinum James Gorden og eisini filmurin, er sera væl umtóktur. Men søgan endar ikki har.

Paul Potts hevur enn eins nógvar konsertir og hann hevði fyri 15 árum síðan, hann hevur framført meira enn 1000 ferðir í 45 londum, hann hevur útgivið 6 fløgur afturat, ið bæði innihalda egin løg eins og cover løg av kendum sangum. Paul Potts syngur alt frá kendum popp løgum, til egnar inniligar balladur – alt framført í vøkrum opera.

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum 28. novembur 2023 kl 18:00 

Keyp atgongumerki: her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo