Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Konsertskráin er samansett á tílíkan hátt, at áskoðararnir kunnu fáa eina kenslu av, hvussu breitt saksofonin sum ljóðføri fevnir.

Á skránni er bæði uppruna og umskrivaður tónleikur úr øllum heimshornum. Konsertin fer soleiðis eisini at geva áhoyrarunum møguleika fyri at uppliva, hvussu stórur munur er á tónleikinum úr ymsu heimspørtunum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Verk hjá milum øðrum A. Dvorak, P. Sólstein, E. Grieg, E. Bozza, A. Piazzolla, D. Maslanka og R. Wiedoeft eru við.

Í einari saksofonkvartett verður spælt upp á fýra ymsar saksofonir. Saxofonirnar kallast sopran, alt, tenor og baryton saxofon, og kunnu tær saman skapa ótrúligar klangir við einari víðari tónleikalegu.

Við í Asynja kvartettini eru føroyingurin Kristina Thede Johansen og sviarnir Vera Georgieva, Lisa Nyberg og Anna Magnusson. Kvartettin hevur sítt dagliga virki í Aarhus, har allar fýra eru við at enda sínar útbúgvingar sum klassiskir saxofonistar á Det Jyske Musikkonservatorium.

Limirnir eru allir virknir solistar og kamartónleikarar í fleiri ymsum samanhangum, og hava tær spælt óteljandi konsertir í millum annað Norðurlondum, Teilandi, Grønlandi, Fraklandi, Onglandi og Letlandi. Harafturat hava allar vunnið solist og kamartónleikakappingar í inn- og útlandi.

Møguleikin fyri at hoyra eina saxofonkvartett í Føroyum er øgiliga sjáldsamur, og fer konsertin tí at geva áhoyrarunum eina serliga uppliving.

Konsertirnar tiltala allar aldursbólkar og øll tónleikaáhugaði.

Ferðin hjá kvartettini er stuðlað av Nordisk Kulturkontakt.

Konsertirnar eru í Havnar Kirkju 18. november kl 11.30, í Kunoyar Kirkju 19. november kl 20, í Hoyvíkar Kirkju 21. november kl 19.30 og í Glyvra Kirkju 22. november kl 19.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo