40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar Kommuna: Týsdagin í næstu viku – hin 24. august – ber til at verða koppsettur ímóti COVID-19 í Skótahúsinum í Runavík. Byrjað verður kl. 16 – og hildið verður fram til kl. 18. Talan er um eina støkk-inn koppseting, sum merkir, at ikki er neyðugt at tekna til frammanundan. Tað ræður bert um at møta á staðnum, og snýr tað seg um at fáa annað prikið, so skal gula koppsetingarkortið takast við á staðið.

Klaksvíkar Sjúkrahús og Runavíkar kommuna hava samskift um átakið, og endamálið er fyrst og fremst at gera tað meiri ómakaleyst hjá fólki í økinum at koma framat møguleikanum at verða koppsettur, og somuleiðis er endamálið sjálvandi eisini at medvirka til at røkka so nær samfeldari samfelagsligari floksverju sum gjørligt.

Havast skal í huga, at 21 dagar skulu ganga ímillum 1. og 2. prikið. Ungdómar millum 12 og 15 ár kunnu nú koppsetast, somuleiðis barnakonur og kvinnur ið geva bróst. Í førinum við teimum 12-14 ára gomlu skal kortini ein fylgjari (foreldramyndugleiki) geva samtykki til, at barnið kann verða koppsett og vera hjástaddur undir koppsetingini.

Tá barnið fær 2. prikið er ikki neyðugt, at tú sum foreldramyndugleiki fert við til koppsetingina, um so er, at tú, tá barnið varð koppsett fyrru ferð, gav samtykki til bæði prikini.

Vit møtast í Skótahúsinum týsdagin kl. 16!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo