Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

…hmm…eg haldi, at løgregla og rættarskipan áttu at verið yvirtikin…ongantíð ov skjótt…tað er mín sannføring…hinvegin dugi eg illa at síggja, at mótmælistiltøkini móti grindadrápi í løtuni gera brúkiligar grundgevingar annað hvørt fyri ella ímóti at yvirtaka løgreglu og rættarskipan…

…í skjótt fjøruti ár hava mótmælistiltøk móti grindadrápi við jøvnum millumbilum sett yvirvøldina…donsku løgregluna í Føroyum og Føroya Landsstýri…í ein tronga bæði løgfrøðiliga og politiskt…ikki ólíkan tí, sum svenskir myndugleikar í seinastuni eru komnir í av fólki, sum altrá vilja brenna koranir alment undir tí yvirlæti, at tey gera tað fyri frælsið og ein betri heim…

…koranbrenning er eitt politiskt meiningarleyst tiltak…eitt sirkus…brennivargarnir fáa…sum vituligt er…øði í muslimar…(…hugsið tykkum bara uppstandilsið, hevði onkur brent bíbliur á Biskupstorginum í Klaksvík ….)…øðin í muslimunum vekur ans í miðlunum…og ansurin í miðlunum leggur fíggjarligt lív afturat sirkusinum…

…mótmælistiltøkini móti grindadrápi…bæði hesi nú og hini í fýrsunum, hálvfemsunum og nullunum…eru umhvørvisliga sum í aðrar mátar meiningarleys…grindadráp er eingin hóttan… hvørki móti umhvørvi ella grindahvalastovninum…íðan er grindadráp…hvat hvør so annars heldur um tað…burðardygt…

…eins og koranbrenning hanga grindamótmælini í stóran mun á fordómum hjá fólki um tað, ið er øðrvísi og fremmant…á skeiklaðum hugmyndum um, hvussu og av hvørjum verðin hongur saman…

…her suðuri í London til dømis skal tú leita bæði langt og leingi eftir nøkrum, ið nakrantíð hevur sæð ein hval í veruleikanum…og vita fólk yvirhøvur nakað sum helst av hval at siga, er tað tað, tey hendingaferð hava sæð í sjónvarpinum…í romantiskt litaðum djórafilmum…

...tískil ikki meir enn vón, at summum verður hvalur ein yvirjarðlig ímynd av tí sanna og syndleysa…sjálvari sáluhjálpini…har kyndist upp fyri einum eldi…ikki at siga reinsunareldi…í blindum vil hesin eldur brenna hvat ilt og øvugt úr verðini…ikki síðst grindadráp…og í sama viðfangi tann fortreðiliga iva fólk annars hava um seg og sítt…

…eins og koranbrennarar duga tey at skipa seg…hesi fólkini…eins og koranbrennarar hava tey helst breiðari undirtøku eisini enn tey í fyrstu syftu sýnast…eitt nú í teirri miðstætt, sum dylur sínar fordómar undir einum útskinni av hampiligheit…

…ikki man tað vera av ongum heldur, at orðalagið í grindamótmælisbrøvum og boðum á sosialu miðlunum hava eitt skilligt rasistiskt tilhall…føroyingar eru villmenn…siðalagsliga tilafturskomnir…miðaldarlig bølmenni…óevropeiskir…o.s.fr….orð sum eitt nú…"cunts"…"morons"…og tey, sum verri og fúlari eru, koma íðuliga fyri…og hóttanir við…allir føroyingar áttu at verið skornir á háls…bumbaðir aftur í steinøldina…o.s.fr…

…men aftur til tað, eg legði fyri við…eg haldi…sum sagt…at løgregla og rættarskipan áttu at verið yvirtikin…men hinvegin fór danska løgreglan í Føroyum…ið annars var undir føroyska heimastýrinum til nítjan hundrað og átta og hálvtrýss…hóvliga fram í gjárkvøldið…og gott tað sama…mótmælistiltøkini í løtuni móti grindadrápi eru beinleiðis knýtt at einum hópfíggingarátakið hjá felagsskapinum, ið stendur fyri teimum…tað er eingin verðsins grund, at myndugleikar í Føroyum draga kvørnina fyri tey…við óvrásnari og busutari framferð…sum onkuntíð fyrr…eitt nú í nítjan hundrað og seks og fýrs…

…fútin hevur eyðvitað rætt, tá hann vísir á, at brot og atgerðir vegna brot mugu svara saman…og øðrvísi átti tað jú heldur ikki at verið um løgreglan í Føroyum var føroysk…vit eru og skulu framvegis vera eitt rættarsamfelag, har lógin og virðingin fyri lógini er annað og meir enn eitt eiti…

…spyrst so livst…

carl jóhan w. jensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo