Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Danska rútmiska kórið ’A Piece of Cake’ vitjar í Føroyum komandi vikusskifti, kórleiðari er føroyski Julian Rasmussen. Tey skulu m.a. vitja kórið Glymur og hava eina felags konsert leygardagin tann 7. oktobur.

Í ‘A Piece of Cake’ eru 40 sangarar og 32 av teimum eru við á ferðini. Sangskráin er fjølbroytt og syngja tey m.a. sangir hjá Lennon/McCartney, Thomas Buttenschøn, Sting, Coldplay og Andreas Odbjerg.

Glymur er eisini rútmiskt kór við umleið 30 sangarum. Glymur er skipað undir Tórshavnar Kvøldskúla, kórleiðari er Hans Olivur Joensen. Glymur fer seinni í sangárinum at hátíðarhalda, at kórið hevur heili 40 ár á baki.

Samstarvið er komið í lag gjøgnum Julian Rasmussen, ið er fyrrverðandi kórleiðari hjá Glymi. Julian arbeiðir sum organistur í Skalborg Kirke í Aalborg. Vónandi fer hendan vitjanin at menna samstarvið millum kórini og geva íblástur.

Konsertin verður leygardagin 7. oktobur kl.17 í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla, Landavegur 84. Kórini framføra eisini nøkur verk saman.  

Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo