Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fýra dystir í 1. deild hjá monnum eru fyrilbils útsettir. Orsøkin er koronatiltøkini á Glasir og í skúlanum á Fløtum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fýra dystir í 1. deild hjá monnum eru fyrilbils útsettir. Orsøkin er koronatiltøkini á Glasir og í skúlanum á Fløtum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fýra dystir í 1. deild hjá monnum eru fyrilbils útsettir. Orsøkin er koronatiltøkini á Glasir og í skúlanum á Fløtum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt at útseta fýra dystir í 1. deild hjá monnum, sum eftir skránni skuldi spælast týsdagin 22. september.

Talan er um B36 – B71, HB – KÍ, 07 Vestur – AB og FC Hoyvík – Víkingur.

Orsøkin er koronatiltøkini, sum eru sett í verk á Glasir og í skúlanum á Fløtum. Kravt verður nevniliga, at allir næmingar, ið hava sína dagligu gongd á Glasir, og næmingarnir í skúlanum á Fløtum, sum halda til í miðhæddini í FSF-húsinum, skulu vísa eina negativa koronatest, sum er tikin í fyrsta lagi mikudagin 23. september, áðrenn teir sleppa at spæla dystir aftur.

Koronatiltøkini ávirka eisini kappingarnar hjá U15-gentum og U15-dreingjum. Dystirnir millum Skála og HB, og 07 Vestur og B36 í kappingini fyri U15 Gentur, sum skuldu verða týsdagin, eru fyribils útsettir. Tað sama er galdandi fyri dystirnar í U15 Dreingir millum HB b og NSÍ, og B36 b og B71, sum skuldu spælast mikudagin.

Fótbóltssamband Føroya boðar samstundis frá, at um fleiri lið eru ávirkað av nevndu støðu, verður heitt á feløgini um at boða FSF frá hesum skjótast tilber.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo