40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mangt bendir á at korona virusið er ikki so vandamikið sum upprunaliga hildið. Tí færri av teimum sum blíva álvarsliga sjúk, og enda á intensivari deild, doyggja.

Ímillum tey 323 sum vórðu innløgd á intensiva deild fram til 20. mai, koma nógv tey flestu undan við lívinum, vísir yvirlit hjá Jyllandspostinum, sum hevur verið í samband við fleiri av teimum 40 intensivdeildunum í Danmark.

- 37% doyðu, og sjálvt um tað er eitt høgt tal, so er tað nógv minni enn í øðrum londum, eitt nú Onglandi, Italia og USA, sigur Nicolai Haase, sum er intensivlækni á Ríkissjúkrahúsinum við miðilin. Hann sigur, at tá sjúkan rakti, væntaðu tey, at 80% av teimum sum komu á intensiva deild fóru at doyggja. At tað kortini ikki gekk so galið er tí, at sjúkrahúsverkið var so væl fyrireikað, er niðurstøða hansara.

Eisini eru nú tvey sløg av heilivági, sum kunnu hjálpa korona sjúklingum. Annað er Remdisivir, sum kann forða fyri at sjúkan versnar.

Í Føroyum er ongin deyður av ella við korona.

Hóast góðu tíðindini verður mint á, at covid-19 er ein álvarslig sjúka. Sjúklingar, sum hava verið innlagdir, skulu ofta til drúgvar endurvenjingar, og tað kann ikki útilokast, at summi fáa mein fyri lívið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo