40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Parkinsonfelagið ásannar at tiltøk, sum eru sett í verk í samband við korona farsóttina, hava havt eina noyliga ávirkan á tænastur sum føroyska heilsuverkið veitir fólki við parkinson.

Støðulýsing:
Felagið fegnast um at neurologiin hevur verið raðfest politiskt í 2020.

Parkinsonrehabilitering varð sett í verk og eitt nýtt samstarv komið í lag millum Suðuroyar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið soleiðis at forkanningar verða gjørdar á LS og rehabiliteringsuppihald eru á SS tvær ferðir árliga.

Somuleiðis er uppraðfest í neurologiska ambulatoriinum, har ein sjúkrarøktarfrøðingur afturat er settur í starv.

Í neurologiska ambulatoriinum eru tey eisini farin at geva meira avanseraða parkinson viðgerð, nevnast kann pumpuviðgerð við duodopa og DBS (Deep Brain Stimulation) sum annars verður givin í Danmark.

Vit fegnast um at neurologiska økið er raðfest og at serlæknakonsulentar koma oftari á Landssjúkrahúsið enn áður.

Áðrenn korona var bíðitíðin komin niður á umleið 3 mánaðir sambært Landssjúkrahúsinum, men nú má felagið ásanna, at bíðitíðin tíverri aftur er vaksandi – og er í løtuni umleið 6 mánaðir.

Sambært samskiftið sum felagið hevur havt við heilsuverkið er orsøkin m.a. tí at flogferðslan hevur verið skerd við nógvum umleggingum og konsulentarnir hava verið her í styttri tíðarskeið hvørja ferð.

Um at liva við parkinson:
Fólk við parkinson eru fangað í eini neuroligiskari støðu, sum ikki einans ávirkar persónin sjálvan, men eisini tey ið eru um persónin, familja og onnur umsorganarfólk.

Fólk við parkinson hava tørv á regluligum sambandi við neurolog fyri at regulera heilivágsviðger tí sjúkan kann verða sera umskiftilig.

At bíðitíðin nú er longd er als ikki nøktandi og er til stóran ampa fyri fólk við parkinson og avvarðandi.

Harafturat metir felagið at tørvur er á eini skipan, sum kann nøkta bráfeingistørv og støður sum uppstanda um akuttir trupulleikar taka seg upp.

Parkinsonfelagið
John William Joensen, formaður
Anna Katrina Beder, næstforkvinna
Joy Ann Simonsen, kassameistari
Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari
Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo