Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein persónur, sum var til konsert hjá James Blunt 18. september í Høllini á Hálsi hevur fingið staðfest COVID-19. Tann smittaði var á konsertini millum kl. 21.30 og 03.30.

Aðrir konsertluttakarar, sum hava brúkt nógva tíð millum pallin og føstu plássini við borðum, eru í serligum smittuvanda.

Landslæknin mælir til, at øll, sum fáa sjúkueyðkenni, lata seg kanna alt fyri eitt. Harafturat verður mælt til, at øll, sum ikki eru liðugt koppsett, lata seg kanna bæði mikudagin 22. og fríggjadagin 24. september.

Samstundis verður heitt á øll, sum ikki eru liðugt koppsett, at halda seg burtur frá støðum, har nógv fólk eru savnaði saman, til tey hava fingið svar uppá koronukanningarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo