Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Mánadagin 4. mai kunnu tey, ið spæla við U7 til og við U21, fara undir skipaðar venjingar aftur. Koronavegleiðingin fyri venjingar hjá teimum yngru er nú klár, og samstundis hevur FSF dagført vegleiðingina hjá teimum vaksnu

 

Saman við Koronaráðgevingini hjá almennu myndugleikunum, hevur Fótbóltssamband Føroya orða eitt tilmælið, ið er ætlað til skipaðar venjingar hjá børnum og ungum, frá U7 til og við U21.

 

Í tilmælinum stendur millum annað, at í aldursbólkunum U7 til og við U13 kunnu í mesta lagi 10 spælarar og ein venjari verða í hvørjum bólki, sum venur saman, meðan allur spælarahópurin kann venja saman í aldursbólkunum U15 og eldri.

 

Í tilmælinum stendur eisini, at allir persónar, ið eru hjástaddir til hvørja venjing, skulu skrásetast við navn og telefonnummari.

 

Dentur skal samstundis leggjast á, at tilmælið bert er galdandi fyri venjingar, og ikki dystir. Enn eru kappingarnar hjá nevndu aldursbólkum ikki settar á skrá.

 

Øll vegleiðingin í samband við skipaðar venjingar ætlaðar børnum og ungum kann lesast HER (PDF).

 

Fótbóltssamband Føroya hevur samstundis dagført koronavegleiðingina hjá teimum vaksnu, og kann hon lesast HER (PDF).

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo