40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

ES-nevndin hevur nú endaliga góðkent talgilda føroyska koronupassið. Koronupassið kann brúkast í flest øllum londum í Evropa og gongdin er, at lond úr øðrum heimspørtum eisini gerast partur av skipanini við talgildum koronupassi.

Limalondini í ES hava í vikuni tikið avgerð um at góðkenna føroysku koronupassloysnina og kunngerðin er lýst í European Journal, sí her.   

Nýggja talgilda koronupassið fer at lætta um hjá øllum, sum fara út í heim at ferðast ella at arbeiða. Tú hevur passið á telefonini og kanst vísa tað, tá ið tað krevst.

Koronupassið er ókeypis og kann takast niður á www.corona.fo. Á corona.fo fært tú eisini holla vegleiðing um hvussu tú tekur passið niður.

Um passið

- Tú tekur koronupassið niður á telefonina. Tú skalt hava Samleikan fyri at fáa koronupassið.

- Tá ið tú ritar inn, verður koronapassið sjálvvirkandi dagført og vísir, um tú hevur koronupass, sum er í gildi, tí tú ert koppsett/ur. Tú kanst eisini fáa tína negativu koronukanning á koronupassið.

- Koronupassið vísir upplýsingar um koppseting og koronukanningar, sum tú sambært ES-avtalu skalt skjalprógva, tá ið tú kemur til eitt land ella fert úr øðrum landi.

Tað er Sjúkrahúsverkið, sum í samstarvi við Smyril Line, Talgildu Føroyar og Klintra, sum hevur staðið fyri at menna talgilda føroyska koronupassið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo