40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Dátueftirlitið: Dátueftirlitið hevur givið einum myndugleika kravboð um at steðga beinleiðis atgongd, sum ein annar myndugleiki hevði til eina skipan hjá myndugleikanum.

Í einum eftirlitsmáli kom fram, at ein myndugleiki hevði beinleiðis atgongd til skipan hjá einum øðrum myndugleika. Í skipanini blivu persónupplýsingar viðgjørdar.

Tá ein myndugleiki fær beinleiðis atgongd til persónupplýsingar í skipan hjá einum øðrum myndugleika, t.d. eina málsviðgerðarskipan, verða vanligu viðgerðarreglurnar í dátuverndarlógini settar til síðis.

Viðgerðarreglurnar hava við sær, at ein myndugleiki, sum hevur tørv á upplýsingum, biður um hesar, og at myndugleikin, sum fær umbønina, ítøkiliga tekur støðu til, um heimild er at geva persónupplýsingarnar víðari. Sostatt verður tað í hvørjum einstøkum føri ítøkiliga tikin støða til, um treytirnar fyri at geva persónupplýsingar víðari eru loknar.

Við beinleiðis atgongd til eina skipan, fær myndugleikin ístaðin atgongd til allar upplýsingar, sum eru í skipanini uttan ítøkiliga meting frá myndugleikanum, sum hevur ábyrgd av skipanini, og er hetta í ósamsvari við reglurnar í dátuverndarlógini.

Av tí, at viðgerðarreglurnar á henda hátt verða settar til síðis við beinleiðis atgongd og tí at ein almennur myndugleiki skal hava greiða heimild fyri sínum virksemi, sum kann vera inntrívandi fyri tann einstaka, er tað siðvenjan hjá Dátueftirlitinum, at slík beinleiðis atgongd í útgangsstøðinum skal hava greiða lógarheimild. Heimildin í lóg er m.a. við til at tryggja gjøgnumskygni fyri borgaran o.o. Hóast heimildin verður fingin til vega í lóg, skulu m.a. meginreglurnar fyri viðgerð av persónupplýsingum og ásetingar um trygd í dátuverndarlógini fylgjast.

Av tí, at myndugleikin ikki kundi vísa á eina greiða heimild í lóg fyri at geva øðrum myndugleika beinleiðis atgongd til skipanina, kravdi Dátueftirlitið, vísandi til § 70, stk. 2 í dátuverndarlógini, at beinleiðis atgongdin hjá hinum myndugleikanum til skipanina bleiv steðga beinanvegin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo