40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Er tíðin ikki komin hartil at tey ið enn einaferð hava bart niður smittuna í Føroyum, nú fáa ein líkinda gerðandis dag aftur!

Hvør hevur goldið fyri niðurberjingarnar báðar: Eg haldi meg vita at tað eru tey sum dagliga virka og liva í Føroyum.

Og er tíðin nú komin til at tey øll fáa ein líkinda gerðandisdag aftur! Hvat krevst fyri hesum? Í mínum huga er bert eitt at gera, sum er eitt “6+ daga kravt sóttarhald fyri øll ferðandi inn í landið”.

Og við eini munandi sekt um hetta ikki verður hildið!

Hvat kostar hetta og hvør kemur at gjalda: Kostnaðin er ilt at meta um, men tey ið koma at gjalda fyri hetta eru óiva: Atlantic Airways, Smyril Line, Ferðavinnan (innkomandi & útfarandi) við undirveitarum. Matstovur og óivað onnur við.

Støða í dag er ein undantaks støða sum vil nakað! Og skuldi eitt sameint Løgting nú veruliga víst rygg og veitt teimum fyritøkum sum standa til at missa av hesum kravda sóttarhalds kravi ein munandi fíggjarligan styrk, við at bjóða øllum hotellum, ferðavinnu fyritøkum og ørðum sum rakt vera, eitt tilboð frá landinum um at fara í ein langan vetrarsteðg við at lata fyrutøkuna aftur til ultimo mars 2021, tá Covid vaksinan vónandi hevur víst virknað.

Hetta er alneyðugt fyri at vit varveita tann spírandu blóma sum vit høvdu í Føroyum innan ferðavinnuna fram til mars 2020. Og sum vit fastbúgvandi her eisini fingu ágódan av.

Meini at Føroyar hava ráð til hetta, og at eftirtíðin metir sitandi løgting fyri hvat tey megnaðu at bjarga, ístaðin fyri hvat tey megnaðu at spara.

Bogi í Gil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo