Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fram um broyting í løgtingslóg um tilbúgving (Tilbúgvingarlógin) (Heimild at skipa kommunal tilbúgvingarøki, stovnseta ein vaktsentral, skipa Kreppuráð og Átaksráð og gera tillagingar).

Um orsøkirnar til, at uppskotið verður lagt fram, sigur Jacob Vestergaard millum annað, at í 2012 var nýggj tilbúgvingarlóg lýst.

- Lógin er ikki dagførd, síðani hon varð lýst í 2012, og síðani tá hava verið tveir stórir tilburðir, ið hava víst á tørvin á yvirskipaðum dagføringum í mun til kreppustýring í síni heild. Annar var eldsbrunin á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og hin koronafarsóttin.

- Í sambandi við eitt aðalorðaskifti um tilbúgving á Løgtingi á heysti 2018 varð staðfest, at tað er sera ymiskt, hvussu kommunurnar í Føroyum eru fyri, bæði tá tað kemur til tað fakliga støðið, og tá talan er um tøka útgerð.

- Í sama aðalorðaskifti róði landsstýrismaðurin framundir at leggja kommunalu tilbúgvingina saman í størri felags kommunal tilbúgvingarøkir fyri at lyfta fakliga støðið, soleiðis at kommunala tilbúgvingin í síni heild betur kann gagnnýta verandi førleikar og útgerð í tilbúgvingarøkinum.

- Ein av broytingunum sambært hesum lógaruppskoti er at geva landsstýrismanninum heimild, í samráð við kommunurnar, at skipa kommunalu tilbúgvingina í størri eindir fyri at styrkja leiðslu og umsitingarliga partin av tilbúgvingini.

- Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at kommunala tilbúgvingin er mótstøðufør í mun til teir váðar, sum eru og fara at stinga seg upp komandi árini, og at ráðleggingin og yvirskipaða stýringin av kommunalu tilbúgvingini í summum førum kann fáa eitt fakligt lyft.

- Tað er tó umráðandi at gera vart við, at endamálið við hesum uppskoti ikki er at niðurleggja lokalar sløkkiliðsstøðir, men heldur at skipa tilbúgvingina í ymiskum økjum kring landið betur og í størri eindir, har tað verður mett at vera neyðugt orsakað av váðanum í økinum.

- Sum dømi kunnu nevnast komandi undirsjóvartunnilin til Sandoynna, ein nýggj lívfiskastøð í Skálavík og flogvøllurin í Vágum.

- Royndir úr Danmark hava víst – í sambandi við at 87 kommunalar tilbúgvingar í 2016 vóru skerdar niður í 24 – at ráðleggingin er vorðin meira munagóð, og at samstarvið millum kommunurnar og landsmyndugleikarnar er styrkt.

- Haraftrat hevur tað víst seg, at tað ímillum kommunalu tilbúgvingarnar er eitt betri samstarv og eitt størri forstáilsi fyri felags avbjóðingum í mun til eina felags yvirskipaða váðamynd.

- Um hesar royndir kunnu flytast yvir á føroysk viðurskifti, er ikki til at siga, men yvirskipað metir Fiskimálaráðið, at tað er til gagns fyri føroyska fólkið, at kommunala tilbúgvingin í síni heild verður styrkt.

Sí uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo