40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bill Lapchies er føddur tvey ár áðrenn spanska sjúka rakti heimin og kravdi yvir 50 milliónir mannalív.

 

Bill Lapchies fekk tann 5. mars tey fyrstu covid-19 symptomini og var settur í sóttarhald á veteranheiminum, har hann býr í býnum Lebanon.

 

Hóast sín høga aldur fekk Bill Lapchies moderat symptomir og var tí ongantíð lagdur í respirator, sigur Rob Richardson, sum er lækni á veteranheiminum.

 

Kortini so fekk gamli maðurin eitt strik, og familjan væntaði tí ikki, hann fór at koma fyri seg aftur.

 

- Vit gjørdust bilsin, tá ið hann fekk síti í sínum koyristóli aftur og veittra móti okkum frá vindeyganum, og tá hugsaðu vit: ”Hann klárar tað!”, sigur dóttirin Carolee Brown sambært CNN og endurgivið í danska TV 2.

 

Les meira

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo