Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ein av kendastu countrysangarum og sangskrivarum í heiminum, amerikumaðurin Kris Kristofferson, vitjar í Føroyum mánaðarskiftið august-september. Á ferð síni, har hann hevur ein part av familju síni við, fer hann at halda eina einstaka úrvalskonsert, sum verður í Norðurlandahúsinum.

Kris Kristofferson fyllir 80 ár 22. juli í ár, og spælir framvegis konsertir kring heimin. Fyri tíðina er hann antin einsamallur á pallinum, ella hevur dóttir sína við, sum spælir banjo og syngur saman við pápa sínum. Á konsertini í Føroyum verður dóttirin og maður hennara við á pallinum á nøkrum løgum.

Kris Kristofferson hevur vitjað í Føroyum eina ferð áður. Tað var í 2007, tá hann hevði eina konsert í høllini á Hálsi í Havn. Hesaferð verður konsertin í Norðurlandahúsinum, og bert í sjálvum salinum – opið verður ikki aftur í Klingruna. So tað verða bert pláss fyri eini 380 fólkum, ið kunnu líða á løg sum "Me and Bobby McGee," "For the Good Times," "Sunday Mornin' Comin' Down", "Help Me Make It Through the Night”, “ Why me Lord”og nógv onnur.

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum 1. September kl. 19:30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo