Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Kristionnu Jacobsen í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla frá 16. oktobur 2023 at rokna.

Kristianna Jacobsen er 51 ára gomul og býr í Tórshavn. Hon tók læraraprógv í 2013 og hevur síðani januar 2014 arbeitt í Hvalvíkar skúla, fyrstu árini sum lærari og frá 2019 sum skúlaleiðari. Harumframt hevur hon eisini leiðsluroyndir frá privatum virksemi m.a. sum dagligur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Kristianna hevur nomið sær eftirútbúgving innan leiðslu umframt ymisk styttri skeið í ávísum lærugreinum og í føroyskum sum annaðmál. Hon hevur  í 2021 tikið skeið í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu á masterstigi, masterdiplom í leiðslu í 2023 og lesur master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo