Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá eg rannsaki skriftirnar - og tað havi eg gjørt nú í umleið 25 ár ella so - tá eru ymisk ting sum eg leggi til merkis og sum hevur mín áhuga, og eitt av hesum tingum er, hvussu sterkt Jesus tekur frástøðu til ”hendan heimsins politikk!” Tað eru ikki silkihandskar Hann tekur uppá hendur Sínar tá Hann so gjøgnum pløgir politisku kreftirnar í samfelagnum. Hann hevði ongantíð nakað gott at bera politisku kreftunum í síni samtíð. Púrt einki. Absolut einki. Eftirsum at eg veit, at mong sokallaði kristin vilja vera við, at politiskir flokkar og politikkur annars ikki vóru til á Jesusar døgum, so havi eg bert eina viðmerking til tílíkt villfarilsi: ”Synedriið” og sum á grikskum máli merkir: ”forsamling, samkoma, stevnuting o.l.!” Hebraiska orðið fyri sama høga ting er: ”Sanhedrin!”

Eisini varð hetta høga ting kallað fyri ”Hitt stóra Ráðið!” ella ”Hitt høga Ráðið.” Hetta høga ting taldi 71 tinglimir hvarí´”høvuðspresturin var sjálvsagdur ella føddur ”tingformaður!” ”Synedriið” var tað løgfrøðisliga og politiska yrkisgagnið (organ), hvørs uppgáva var at ráðgeva sitandi valdsharra, t.d. kongin, landshøvdingan ella høvuðsprestin. Hartil virkaði hetta høga ting sum samfelagsins ovasti dómstólur. Hinvegin var hetta høga ting ikki lóggevandi av teirri orsøk, at øll tann jødiska lóggevingin var tann lógin, ið jødarnir trúðu var teimum opinberað av Guði, tvs. ”Lóg Mósesar.” Tríggir politiskir flokkar høvdu sæti á hesum høga tingi: ”Høvuðsprestarnir, tvs. teir leiðandi prestarnir í templinum,” ”hinir skriftlærdu, tvs. tað frøðiliga (akademiska) úrvalsliðið, og so teir ”elstu,” tvs. sum í hesum førinum merkir ”teir ráðandi (dominerandi) góðseigararnir. Jesus varð dømdur av ”Synedriinum!” (Mark.: 14 : 53 - 64).

Her kann eg skoyta uppí, at politiska støða Ìsraels á Jesusar døgum líkist nógv føroyska politiska landslagnum á okkara døgum. Ìsrael hevði sokalla heimastýri undir rómversku hersetingini, eftirsum rómverjar blandaðu seg ikki stórvegis í innanhýsis politikkin í Ìsrael eins og tað er við Føroyum undir danska statsvaldinum. Pilatus hevði tað vald hjá sær, at hann kundi gott havt fríkent Jesus uttan at spurt jødarnar eftir ella sent sakina til viðgerðar hjá ”Synedriinum.” (Jóh. 19:10). Kanska ræddist Pilatus mannamúgvuna og tordi tískil ikki av eintingum at fríkenna Jesus, men gav hann upp til ”Hitt stóra Ráðið” at taka støðu til at fella dóm í málinum, og flest øll kenna endaligu avgerðina. Pilatus játtaði alment, at hann ikki kundi finna nakað at ákæra Jesus fyri. Enntá 3 ferðir vendi hann sær til tingmanningina í ”Synedriinum” og gav til kennar, at hann ikki kundi finna nakað at ákæra Jesus fyri. ”Eg finni onga skyld hjá Honum!” (Jóh.: 18 : 38, 19 : 4 og 19 : 6). (Pilatus var tí ein ”ræddingur.” - kujon).

Aðrar politiskar kreftir vóru eisini virknar í Ìsrael á Jesusar døgum.

Heródes var ein ágrýtin og íðin politikkari ið var kendur fyri sítt byggivirksemi, m.a. umbyggingina av templinum í Jerusalem. Men hann var eisini kendur fyri sín harðskap. Hann syrgdi fyri økonomiska framgongd og upprættaði ein bólk av nýríkum góðseigarum ið stuðlaðu hansara valdsharraætt (dynasti). Eftir deyða Heródesar tóku synir hansara við, og førdu politiska virksemi familjunnar víðari. Hesir synir hansara vóru: ”Arkelaos, Antipas og Filip.”

Sum nevnt, so vóru 3 flokkar ið myndaðu hetta høga ting, men eisini aðrir politiskir flokkar vóru knýttir til hesar flokkar, ið myndaðu ”Synedriið.” Lat meg stutt lýsa nakrar av hesum. Heródes havi eg longu lýst heilt stutt, men sjálvandi er nógv meir at siga um hann enn hvat eg havi nevnt her.

Fyrst er tað høvuðsprestarnir, tvs. teir leiðandi prestarnir í templinum. Høvuðspresturin var í høvuðsheitum tann ið hevði ábyrgdina av gudstænastuni í templinum. Hansara serstaka gudstænasta var at fara inn í tað ”allarheilagasta” sáttmáladagin og reinsa tað við offurblóði. (3. Mós.: 27 - 28). Men høvuðspresturin var ikki bara religiøsi leiðarin hjá jødiska fólkinum, hann var eisini teirra politiski leiðari við síðuna av kongum, fúrstum Heródesar og rómverskum guvernørum. Hann var valdur út av 4 - 5 slektum og virkaði sum oftast høvuðsprestur restina av lívi sínum. Men kortini var tað soleiðis, at Heródes saman við rómversku guvernørunum ávirkaðu samansetingina av Synedriinum og harvið annaðhvørt innsettu ella frákoyrdu høvuðsprestarnar, alt eftir hvussu tað harmoneraði við teirra egna politikk. V.ø.o., so blivu teir høvuðsprestar innsettir í Synedriið ið stuðlaðu politikkin hjá yvirvaldsharrum teirra. Høvuðspresturin var leiðarin hjá Synedriinum, og í rættarsakini móti Jesusi, upptraðkar høvuðspresturin bæði sum ákæri og sum dómari í evangeliinum. Bert ein kundi vera høvuðsprestur, men ofta kemur orðið fyri í fleirtalsformi í evangeliinum vegna prestaliga flokkin í høga tinginum. Hesin flokkur var uppbygdur av slektunum id høvuðspresturin var valdur úr, og so møguliga fyrrverandi avsettum høvuðsprestum. Fyri meg at síggja, so er hetta næstan ein ”tro kopi” av tí, som gongur fyri seg í Føroyum. Eitt nepotismu tilfeingi.

Næst eftir høvuðsprestaflokkinum komu ”hinir skriftlærdu, tvs. tað frøðiliga (akademiska) úrvalsliðið.” Hesir vóru serfrøðingar og harvið serkønir í lógini, tvs. bæði í tí niðurskrivaðu lógini (tær 5 Mósebøkurnar) og í munnligu ískoytislógini, sum jødarnir vóru upplærdir í at duga uttanat. Teir høvdu útbúgving til at íverkseta nýggjar, bindandi rættaravgerðir við hjálp frá útleggingum av lógini (Móselóg). Við síðuna av, høvdu teir eina hondverkarútbúgving ið teir livdu av. (Ikki heilt ókent fyribrigdi í FO hvarí landsstýrisfólk og tinglimir hava minst 2 størv). Av tí sama vóru hinir skriftlærdu ein máttmikil flokkur í jødiska samfelagnum. Allir teir ymisku jødisku politisku flokkarnir høvdu sínar útvaldu skriftlærdu knýttar aftrat sær, og virkaðu hesir meira sum okkara juristar, advokatar o.l.. Kortini uppstóð ein serstøk samgonga millum teir skriftlærdu og fariseararnar. (Hendan bólkin komi eg eisini at lýsa eitt vet). Tað, ið hesir báðir flokkar vóru sera einigir í, var at vakja yvir at lógin (Móselóg) varð neyvt yvirhildin. Hinir skriftlærdu og fariseararnir framførdu seg sum Jesusar mótstøðufólk í evangeliinum, eftirsum at Jesus hevði eina øðrvísi tulking av Móselóg enn hvat teir høvdu, og harvið framdi Jesus einki minni enn eitt undirgravingarvirksemi mótvegis teirra myndugleika. (At billa sær inn, at Jesus gongur inn fyri henda heimsins politikk - írokna tann føroyska - er at rangsnúgva evangeliinum).Tí kendu teir seg altíð hóttan av Jesusi og vóru bangnir fyri at missa vald og veljarar. Eftir at templið varð lagt í oyði í ár 70 e.Kr., broyttu hinir skriftlærdu jødisku religiónina til rabbinskan jødadóm.
 
Og til seinast hava vit teir ”elstu,” tvs. sum í hesum førinum merkir ”teir ráðandi (dominerandi) góðseigararnir. Um hesar góðseigarar er lítið upplýst (so vítt eg veit), men tað kann hugsast, at summir av hesum kunnu eisini hava verðið í lummanum á Heródes.

So hava vit ”Farisearnir” og ”Saddukearnir.” Hesir flokkar vóru helst teir mest týdningarmiklastu rørslurnar innan forna jødadómin. Hesir báðir flokkar skipaðu seg í brøðraskapir, og báðir flokkar løgdu seg við øllum íðinskapi út í politiska valdstríðið. Farisearnir vóru ein leikmansrørsla ið legði stóran dent á íðinskapin hjá tí einstaka jødanum vegna hansara persónligu og “religiøsu gudsdýrkan.” Tað, ið hevði størsta týdning fyri teir, var at yvirhalda lógina (Móselóg), bæði tí skrivligu og tí munnligu. Hetta førdi við sær, at farisearnir gjørdust sterkastu viðhaldsfólk teirra skriftlærdu. Fariseranir trúðu uppá eitt lív eftir deyðan, har rætta lýdni yvir fyri Guðs boðum, lógum og fyriskipanum (soleiðis sum hesi fyrilógu á teirra døgum) skuldi lønast aftur fyri. Ì evangeliunum eru farisearnir Jesusar høvuðsfíggindar.

Saddukearnir vóru serstakliga ein prestastættur ella prestaflokkur. Teir hugsaðu ikki einstaklingakent eins og farisearnir, men umboðaðu tí gomlu, almennu fatanina av religiónini. Offurtænastan í templinum var avgerðandi í lívi teirra. Teirra religión var einans hesumegin (jørðiskur, veraldarligur). Saddukearnir hildu seg til tí skrivaðu lógina og avvístu munnligu lógirnar, herundir trúnna uppá eitt lív eftir deyðan. Hóast Saddukearnir vóru ein minnilutaflokkur, so vóru tað mangan teir ið sótu á politiska valdspallinum. Ì Àpostlasøguni eru Saddukearnir høvuðsfíggindar teirra kristnu.

Altso, politiska systemið lá alla tíðina og forfylgdi Jesus og kristindómin á Kristusar døgum og eftir Hansara deyð og uppreisn frá hinum deyðu. À okkara døgum eru partarnir farnir í song við hvørjum øðrum!

Aðrir smærri politiskir aktørar vóru eisini, men tað verður ov drúgt at taka við her. Men, sum vit longu hava lagt til merkis, so vóru hesar politisku kreftir mótstøðufólk Jesusar og lógu Honum enntá mangan eftir lívinum. At fólk í dag billa sær sjálvum og øðrum inn, at kristindómur og politikkur gott kunnu sameinast og blandast saman, sum t.d. at vera ein politikkari og kristin samstundis, tað er at boða eitt annað evangelium og gera Kristus til ein lygnara! Og tað er eisini samstundis at halda fólk fyri tað turru rukku og spott. Tað vil eg so her vísa fleiri dømir um, at so er, bæði við bíbilsku læruni og hendingum í bíbliuni.

Stríðið millum sannan kristindóm og heimsins politikk

Jóhannus doypari prædikaði á ein slíkan hátt, at orð hansara skaptu veking, og harvið útviklaði hetta seg til ein flokk ið bara vaks og vaks. Hetta førdi við sær, at politisku flokkarnar sendu sínar menn út til hansara og lótust sum um, at teir vildu umvenda seg og lata seg doypa. Dulda skrá teirra var at fáa hesar limir til sín. (Eins og sokallaðu kristnu flokkarnir gera í Føroyum). Men Jóhannus gav teimum ein ordans uppsang: ”Men táið hann sá nógvar Farisearar og Saddukearar koma til dóp sín, segði hann við teir: "Ormaavkom! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan vreiðini, ið kemur? (Matt.: 3:7) (Lesið annars frá vers 7-12, tí so kann lesarin kanska fáa eina hóming av, hvat sannur kristindómur gongur út uppá?). Síggja tit, at hettar vóru politiskar kreftir ið troppaðu upp til møti, men teir blivu úrlætnir á staðnum og stemplaðir sum ”ormaavkom!” (Er ormurin ein lygnari frá upphavi av, so eru avkom hansara tað eisini). Jesus gav somu politisku kreftum sama uppsang og enn verri, og eg skal koma aftur til hetta seinni í greinini. Jóhannusar djarva revsutala av fjórðingsfúrstanum ”Heródes Antipas” vegna hansara ómoralska livihátti, varð orsøkin til, at hann varð fongslaður og seinni hálshøgdur. (Matt.: 14 : 3 - 12). Sum tit síggja, so flirtar sannur kristindómur ikki við ”hendan heimsins politikk,” tí at tílíkur kristindómur er ein “falskur kristindómur!” - Nei, sannur kristindómur talar at óhumskuni og óskilinum ið gongur fyri seg í samfelagnum, ja, um tað so kostar einum lívið afturfyri! Sannur kristindómur revsar har tað er uppá sítt pláss! (Efes. 5:11).

Hvussu við Jesusi? Hvussu prædikaði hann yvir fyri ”politisku høvdingunum” í síni samtíð? Hesir somu politikkarar, sum eg havi lýst í hesi grein fingu eina óhugnaliga ketu hongda um hálsin á sær frá Jesusi sjálvum tá Hann sigur: ”Høggormar! Ormaavkom! Hvussu kunnu tit sleppa undan dómi Helvitis!?” (Matt.: 23 : 33). Fyri at fáa samanhangin, so má ein lesa alt kap. 23. Halda tit kanska, at Kristus hevur broytt meining um heimsins politikk síðani tá? Ein má ongantíð billa sær inn, at Jesus ger undantak fyri føroyskan siðloysis politikk. Nei, Kristi ávaring ”til tey kristnu” um at sleppa sær á dyr sum skjótast, er klokkuklár í skriftunum. Men vilja fólk góðtaka ”læru Kristusar?” Ikki tað eg havi lagt til merkis, enn!

Politisku kreftirnar lógu eisini Jesusi eftir lívinum alla tíðina. Sama gera politisku kreftirnar ídag, tvs., tær gera alt fyri at ”boykotta Kristusar Læru”. Kristusar Andi er horvin í landinum. Ùtruddaður av politisku kreftunum við hjálp frá hesum sokallaðu kristni-politisku kreftunum, sum kortini ongantíð hava verðið kristin. Eftir eru bert tómar tunnur í buldra eitt falskt evangelium. Boðini eru at umvenda seg, sleppa sær út frá politikki og trúgva á evangeliið. Ikki at trúgva á evangeliið og so fara uppí politikk. Tað læra skriftirnar als ikki. Kristusar ávaringarlæra er so mikið sterk: ” ……. Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til.” (Róm. 8:9b). Og víðari: ”Hvør tann, ið víkur av leið og verður ikki verandi í læru Kristusar, hevur ikki Gud; tann, sum verður verandi í læruni, hevur bæði Faðirin og Sonin.” (2. Jóh. 1:9). Engin ivi kann tí vera í sambært skriftunum, at henda læran ”Einaferð frelstur, altíð frelstur” hongur í einum sera tunnum og slitnandi trái hjá hesum falskmyntnarunum, sum skriva stendur ”Men det stod også fram falske profeter i folket. Slik skal det også blant dere komme falske lærere, slike som lurer inn (smuggler inn) vranglære SOM FØRER TIL FORTAPELSE. De fornekter den Herre som kjøpte dem, og fører over seg selv en brå fortapelse. Mange vil komme til at følge dem på deres skamløse ferd, og for deres skyld skal SANNHETENS VEI bli spottet, og I SIN GRISKHET vil de UDNYTTE DERE til SIN EGEN VINDING SKYLD med oppdiktede ord. Men fra gammel tid er ikke dommen over dem uvirksom, og deres fortapelse sover ikke! (2. Pæt. 2 : 1-3 ¤ NB 88***).

Hetta er skriva til trúgvandi fólk sum ein ávaring um, at ranglærur kunnu leiða eitt menniskja til fortapilsi. Ikki undirritaði, men skriftirnar læra hetta: ”Hvør tann, ið víkur av leið og verður ikki verandi í læru Kristusar, hevur ikki Gud!” (2. Jóh. 1:9).

Hetta er virksemi og hugsunarhátturin hjá hesum heimsins politiska andanum, men sum følsku kristnu flokkarnir hava frægd av at hugna sær saman við. Hvussu nógv tjenar ein politikkari samanborið við vanliga borgaran? Fyri egnan vinnings skuld villleiða politikkararnir fólkið írokna teir sokallaðu kristnu flokkarnir.

Kristindómurin á okkara døgum hevur vent sær aftur til myrku øldirnar hvarí kristindómurin er vorðin til eina heidna, korrupta, politiska organisatión hvar í ritualir, falslærur, konsertir, undirhald og myndir/standmyndir o.l. fyllir mest í samkomunum, hvørs sokallaðu kristnu leiðarar eru korruptir og lúgva fyri fólkinum og tískil villleiða fólkið við sviki og lygnum. (Esaias 9:16).

Eg skal taka tvey dømir fram hvarí politisku kreftirnar á døgum Jesusar lógu Honum eftir lívinum.

Í somu stund komu nakrir Farisearar og søgdu við Hann: "Far avstað burt hiðani, tí Heródes ætlar at drepa Teg!" Tá svaraði Hann teimum: "Farið og sigið við tann revin: "Eg reki út illar andar og grøði sjúk í dag og í morgin, og triðja dagin fullkomist Eg!” (Luk.: 13 : 31-32). Her síggja vit, at Jesus kallar ein av valdsharrunum í sínum umráði fyri ein rev. Ein revur kann vera ein mynd uppá fleiri ting, m.a. ein svindlari. Og hesin revur hevði í hyggju at drepa mannin, tí valdsharrarnir á Jesusar døgum vóru bangnir fyri at missa sítt vald, og vóru tí til reiðar at drepa fyri at varðveita sítt vald. Kann tílíkt henda í Føroyum? Ja, tað er hent fleiri ferðir. Fólk tora bara ikki at síggja tingini í eyguni sum tey eru, tíverri.

Jesus stemplaði eisini politisku kreftirnar fyri ”hyklarar!” (Matt. 15:7, 22:18, 23:13, 23:14, 23:15, 23:23, 23:25, 23:27, 23:29, Mark. 7:6, Luk. 12:56, 13:15). Ein skal vera heilt ónáttúrliga og óhugnaliga tvørur fyri at kunna mótsiga øllum hesum.  

Jesus hevði nokk við at halda seg undan politisku kreftunum í síni samtíð, tíat tey lógu Honum í heilum eftir lívinum. Vit lesa: ”Tí lógu Jødarnir Honum enn meiri eftir lívinum, tí Hann ikki bert breyt sabbatin, men eisini kallaði Gud Faðir Sín og gjørdi Seg sjálvan Gudi líkan.” (Jóh. 5:18). Og tað var júst ein av uppgávunum hjá Jesusi, hetta, at vísa okkum Faðirin, tvs. hvat Hann stendur fyri.

Jesus var heldur ikki bangin fyri at ”bróta landsins lóg ”Móselóg” og sum fekk øði í valdsharrarnar. Har stendur jú, at Hann breyt sabbatin.

Onnur skriftstøð ið vísa til, at jødarnir (politisku kreftirnar) lógu Honum eftir lívinum: Matt. 2:20, Jóh. 7:1, 7:19, 7:25, 8:37, 8:40.

Tann boðskapur ið liggur í øllum hesum er, at Andi Kristusar kann ongantíð verða sátt við ”henda heimsins politikk!” Tí er tað at boðskapurin sigur, at Guð hevur gjørt heimin sátt við seg. Ikki øvut, at Guð hevur gjørt seg sáttan við henda heimin og tess politikk?, nei, nei, sum skriva stendur: … við Honum (Jesusi Kristi) at gera alt sátt við Seg! (Kol. 1:20). Tí er tað, at boðini eru, at vit skulu venda við og trúgva evangeliinum og eftir evangeliumsins forskriftum at gerast sátt við Guð.

Àbraham og Lot eru klokkuklár dømir um hetta eg tosi um. Àbraham búleikaðist við síni Gudstrúgv uttanfyri býirnar og ambætaði sínum og sær, men Lot førkaði seg nærri og nærri býunum inntil hann búsettist í Sodoma. Skriva stendur jú, at tá einglarnir komu til Sodoma, funnu teir Lot sitandi í ”býportrinum”. (1. Mós. 19:1). Høvdu fólk vilja rannsaka skriftirnar, so høvdu tey havt funnið útav, at tað var í býportrinum hvar politiskar avgerðir vóru tiknar og dómar feldir. (Orðt. 22:22). V.ø.o., so varð Lot ein politikkari í síni samtíð eftir sín skilnaða við Àbraham og sat í býráðnum í Sodoma. Einglarnir høvdu trupulleikar við at fáa hann og familjuna út úr hurlivasanum, og kona hansara mátti bøta við lívinum vegna ólýdni ímóti harraboðum, og Lot sjálvur endaði sítt lív í einum siðloysis ruðulleika. Tí er tað at skriftin ávarar um hesi viðurskiftir: "Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum - sigur Harrin - og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum". (2. Kor. 6 : 14-18). Sum við burturvilsta soninum ið gekk í seg sjálvan, tók røttu avgerðina og fór út úr lortinum og vendi nøsina heim í Faðirs Húsið! (Luk. 15 : 11-24).

Sannleikin er tann, at hesin heimur og tess politikkur hevur satan til gud. Tí mugu fólk duga at skilja hetta, at sannur kristindómur einki hevur við ”henda heimsins politikk at gera!” Jesus avdúkar sjálvur hetta fyri okkum: ”Táið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum. Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heiminum - nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum - tí hatar heimurin tykkum.” (Jóh. 15 : 18-19). Av tí sama stendur ein sannur trúgvandi í andstøðu við politiska systemið í samfelagnum og endar ongantíð uppi í hesum heimsins politikki, tí at hann hevur við trúnni fingið Anda Guðs, ið ikki er av hesum heimi og tískil ongantíð kann gera seg sáttan við henda heimsins politikk, tíat Guð vil tað øvuta, at hesin heimur skal gera seg sáttan við Guðs Ríkis politikk, sum IKKI er av hesum heimi, við trúgv á Jesus Kristus, Guds Son, hvørs blóð varð úthelt fyri fólksins reinsan frá syndum teirra. (Matt. 1:21).

Eisini lærir bíblian okkum hetta, at hesin heimurin sum nú er hoyrir satan til, og m.a. av teirri grund skal Jesus koma aftur og oyða hendan heimin við eldi, og eftirsíðani skapa nýggjar himlar og eina nýggja jørð har rættvísi býr. (Tey sonnu kristnu verða rykt burtur, áðrenn tann dagurin verður opinberaður í eldi). Tvey dømir koma her um, hvør er høvdingi yvir hesum heimi. Tá Jesus varð freistaður av satan í oyðimørkini, sigur satan við Jesus: ”Tá fór hann (satan) niðan við Honum (Jesusi) og vísti Honum (Jesusi) alt í einum øll ríki heimsins.”Og Djevulin segði við Hann (Jesus): "Tær skal eg geva valdið yvir øllum hesum, og dýrdina, sum í hesum ríkjum er; tí mær er tað givið í hendur, og eg gevi hvørjum tað, sum eg vil.” (Luk. 4 : 5-6). (Jesus hvørki mótmælti, ei heldur tók Hann av hesum tilboði - les frá vers 1-13).

Og hví tók Jesus so ikki av hesum tilboði? Jú, tí at Kristusar uppgáva er jú at sora øll heimsins ríkir (politiskt samansettu ríkir id hoyra satan til), og upprætta Sítt egna ríki við at skapa nýggjar himlar og eina nýggja jørð har rættvísi býr!” (Dánj. 2:44 og 2. Pæt. 3:13).

Altso, her verður avdúkað, at framvegis eru øll ríki heimsins (sum jú eru politiskt stýrd) undir satans valdi og kontroll, hóast Jesus Kristus frá Gudi hevur fingið alt vald í himli og á jørð. (Matt. 28:18). Tí vera tey sum meina seg at vera kristin, biðin um at halda seg burtur frá hesum heimsins politikki. Hitt dømi er bert ein staðfesting frá Paulus um, at støðan er framvegis tann sama: ”Har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum.” (2. Kor. 4:4). Og hvør er so gudurin hjá hesum ”politiska heimi?” Jú, tað er satan! - Tí sigur tað seg sjálvt, at tá sokallaði kristin gerast politikkarar, so geva tey seg sjálvi yvir til at vera ”satans tænarar!” Jesus málbar seg jú soleiðis: ”Nú fari Eg ikki at tala mikið við tykkum aftrat; tí høvdingi heimsins kemur, og hann hevur einki í Mær.” (Jóh. 14:30). Høvdingi heimsins = satan, sum er høvdingi politikkaranna! - So, nú vita tit hvørjum tit tæna, tit sokallaðu politisku kristnu! Og tit sum velja slík, nú vita tit eisini hvørji tey eru sum tit velja! Veljið Jesus Kristus, Guds Son og ongan annan! Tað skal altíð vera míni ráð til øll menniskjur!

Og ávaringin er sterk hesum viðvíkjandi allan vegin ígjøgnum. Vit lesa: ”Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur! Hvat samljóð er millum Kristus og Belial (Belial = satan), og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi! Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar! - Vit eru jú tempul hins livandi Guds - sum Gud hevur sagt: "Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt." "Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum - sigur Harrin - og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum"; "og Eg skal vera tykkum Faðir, og tit skulu vera Mær synir og døtur - sigur Harrin hin Alvaldi." (2. Kor.: 6 : 14 - 18).

Her síggja vit klárt og greitt, tað, at trúgva á Jesus, er tað sama sum at handla ítøkiligt. Tað skulu vera sjónlig tekin til staðar hjá viðkomandi, at hann hevur havt Guð á vitjan. Ein sokallaður kristin politikkari er ein svindlari og lýgur fyri fólki um, at hann er vorðin ein kristin. Tí var tað at Jóhannus doyparin legði eina við, at fólk ið vildu gerast kristin, máttu bera ávøkstin ið svaraði til umvending. Tað er eisini tað, ið Paulus manar fólki til, at fara út frá politiska systeminum, skilja seg út úr heimsins suggu og køsti. ”Farið út frá teimum, skilji tykkum frá teimum.” Pætur vitnaði á sama hátt: ”Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann (Pætur) og áminti tey og segði: "Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!" (Àps. 2:40). Hví??? Jú, tíat satan er enn borgarstjóri yvir øllum heimsins politikki, hvørki meiri ella minni. Hóast Jesus hevur fingið alt vald, bæði í himli og á jørð, so sleppur satan kortini at hava sítt vald enn á foldini eina tíð aftrat, tíat Guð hevur eina serætlan við tí heila. Skriftin sigur jú: ”……. men nú síggja vit ikki alt vera honum undirlagt enn. (Hebr.: 2 : 8). Hóast satan sleppur langt og fær loyvi til at oyðileggja nógv, so sleppur hann kortini ikki at forpurra Guðs frelsuætlan. Annars er at siga, at hendan rangvørga ættin er í roynd og veru ”politisku kreftirnar í heiminum” ið villleiða fólkið, heidnar eins væl og ”sokallaðar kristnar!” Ì politiska systeminum finst einki kristiligt yvirhøvur! Tað lærir bíblian! Orsøkin er einføld, tí at har er satan kongur og IKKI Kristus Jesus! Og vitnisburðurin Gud gevur satan er: ”Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.” (Opinb. 12:9). Altso, djevulin og satan er, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum, tvs., at satan villleiðir ikki bert eitt sindur av heiminum, men ALLAN HEIMIN! Og einglar hansara tæna sjálvsagt honum í politiska systeminum.

T.v.s., Gud gjørdi eina skiftisbýting hvarí satan varð tveittur niður á jørðina, men tey trúgvandi vóru sett í hin himmalska heimin. Jesus sigur við hin sanna trúgvandi: ”Eg havi útvalt tykkum úr heiminum!” (Jóh. 15 : 18-19). Og víðari: ”Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing, í himlinum, í Kristusi.” (Efes. 1:3). Og víðari: ” … og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í himlinum, í Kristi Jesusi.” (Efes. 2:6). Altso, jarðarinnar parlamentir hoyra hesum heiminum til hvar í satan er kongur, meðan himinsins parlamentir hoyra himlinum og himinsins kongaríki til hvarí Jesus er kongur. At vantrúgvandi menniskjur ikki duga at skilja hesi viðurskiftir, er væl skiljandi fyri meg, men at kristin fólk ikki duga at skilja og fata hetta, er eitt sera løgið fyribrigdið.

Eisini gongur sjón fyri søgn serliga tá valstríðið er í gongd hvussu politikkararnir lúgva um kapp og svína hvør annan til fyri at tekkjast sínar veljarar/fylgjarar, men tílíkt hevur einki við ”Kristusar Læru” at gera og harvið einki við kristindóm at gera! At umleið 90% av teimum sum høvdu valrætt til seinasta val, fóru til valgurnirnar, er fyri mær ein vitnisburður í sær sjálvum.

Hin sanni trúgvandi er ikki av hesum heimi, men kemur frá eini aðrari planet ið bíblian kallar fyri ”Himmalin!” Hann hevur fingið Anda Guðs ið er av himli og sum vitnar, at Kongaríkið Guðs er ikki av hesum heimi. Hesi bæði tingini eru í andsøgn við hvørt annað: ”Guðs Kongaríkis politikkur og so hesin heimsins politikkur. Tað ber ikki til at umboða báðar partarnar, ei heldur miksa teir saman. Tí er tað at skriftirnar siga: ” ……. so veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna!” (Josva.: 24 : 15). Ein má velja millum Kristus og satan. Ein má taka eina støðu. At játta seg sum kristnan við munninum, men samstundis vera ein politikkari, er ikki at taka eina støðu.Tílík eru hvørki fuglur ella fiskur!

Hesir sokallaðu kristnu politikkararnir á okkara døgum lúgva, snýta og svindla. Teir boða sín politiska boðskap ið hoyrir hesum heimi til yrkadagar og boða ”sítt evangelium” sunnudagar og onkran annan dag í vikuni. Teir boða ”sítt evangelium” og ikki ”Kristi evangelium.” Tað er stórur munur á. Kristi evangelium sigur: ”Farið út frá teimum”, ”men teir fara inn til teirra.” Hesir følsku prestar eru nakrir tvørir hundar og goyggja einans fyri egnan vinning, fyri at fylla sínar egnu gumpulummar og kíkar. Búkurin er teirra gudur. Men fólkið situr bara og gálvar og heldur við teimum og velur tey tá val er. Men hevur ein valt Jesus, so er einki meiri at velja. Tú kann ikki velja Jesus og ein politikkara ella ein politiskan flokk. Tað er tað sama sum at velja Guð og satan, men tað góðtekur Jesus ikki. Ein kann brúka eina komiska mynd um hesar sokallaðu kristnu politikkarar, at teir ganga í tuflum har onnur er svørt og hin er hvít.

Bíblian sjálv avdúkar hesi menniskjur sum lygnarar og svindlarar: ”Vísdómurin omanfrá er ……. UTTAN FLOKKAKENSLU - og ikki bert eiti. (Jákup: 3:17). Sig mær, eru hesir sokallaðu kristnu politisku flokkar ikki flokkar? Jú mín sann eru teir tað! Altso, kristiligur vísdómur vandrar uttan flokkakenslu, sum Paulus eisini undirvísir (Les 1. Kor. 1 : 11-13). Altso, eg eri baptist, eg eri pinsi, eg velji Miðflokkin, eg velji Fólkaflokkin o.s.frv.. Bíblian ávarar ímóti slíkum. Føroyski sokallaði kristindómurin hevur misskilt stórt sæð alla bíbliuna sum hon er, og ein stórur partur av henni er skeivt týdd/umsett!

Miðflokkurin og Fólkaflokkurin siga, at tey eru trúgvandi (tess bakland kenna tey flestu), men síggja stórt uppá skriftirnar, tvs. yvirsíggja tær (helst við vilja). Seinast eg kannaði eftir, so skulu trúgvandi mæla og eggja fólki til at trúgva á Jesus Kristus, Guds Son, men áðurnevndu flokkar stríðast av øllum alvi ”við lygnum” at draga fólk til sín og ikki til Jesus. Veljið meg, veljið okkum. Ein skuldi næstan trúð, at hesar kreftir rannsaka Anders And ístaðin fyri bíbliuna.

Tað, sum hesir flokkar gera, er hetta sum bíblian avdúkar: ”Bannið er komið yvir tykkum, og tit ræna frá Mær, ja, alt fólkið!” (Mal. 3:9).

Landsstýrið og Løgtingið eru gudleys ting ið eru smekkfull í lygn, og skriftirnar duga so væl at lýsa støðuna: ” ……. Mitt folk! Dine førere er forførere. Den vei du skal gå, har de ødelagt!” (Es. 3:12b ¤ NB 88**). Og víðari: ”Dette folks førere er forførere, og de av folket som lar seg føre, er fortapt!” (Es. 9:16 ¤ NB 88***).

So gravalvorlig eru hesi ting og sakir.

Fyri teimum ið halda, at hetta ikki er vanligt at hoyra/lesa, so hevur bíblian fyrireika okkum hetta har skriva stendur: ”Vit tala - sum skrivað er - "tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja - tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann." (1. Kor. 2:9).

Bíblian (hin sanna) er ”Guðs tankar” til okkum menniskjur og sum vit skulu taka til okkara, men politikkur er nakað, ið hin trúgvandi skal vara seg fyri. ( Mark.: 8 : 15 og Mark. 10 : 42-45). Tað stendur øllum sonnum trúgvandi frítt fyri at biðja fyri polikkarum og makthavarum v.m., men ikki sjálvi at fara uppí teirra politikk og svikalótir. Uppgávan hjá hinum trúgvandi er at ríva og skræða fólk burturúr hesum heimsins politikki og tess hugsunarhátti, ”Honum, sum reiv okkum frá valdi myrkursins og flutti okkum inn í ríki elskaða Sonar Síns.” (Kol. 1 : 12-13).

Jesu mótspælari er djevulin, og Jesus nevnir hann eisini fyri ”høvdingin yvir hesum heimi ið skal blakast út.” (Jóh. 12:31). Og hesin sami høvdingin er høvdingi yvir øllum formi fyri politikki her á fold, og hesar politisku ideologiir kenna flest øll menniskjur, meðan tað er øðrvísi við ”Guðs orði,” ið stórt sæð ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja.

Guð opinberaði eisini hetta fyri Dánjal har Hann sigur: ”Og á teimum døgum ið hesir kongar eru, skal Gud Himmalsins grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur; tað skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir!” (Dán.: 2 : 44). Altso, Jesus skal sora øll politisk systemir á fold. Býtt at velja nakað, sum Guð ætlar at sora? Skriftstaðið eg byrjaði við avdúkar, at himmiríkið er tilætlað teimum, ið elska Jesus (1. Kor. 2:9). Tann, ið velur politiskar kreftir ella sjálvur fer upp í politikk, elskar ikki Jesus, tí at høvdingi heimsins ”satan” er høvdingi teirra ið dríva politikk. Jesus avdúkar hettar sjálvur eisini har Hann sigur: ”Tey (trúgvandi) eru ikki av heiminum, eins og Eg (Jesus) eri ikki av heiminum.” (Jóh. 17:16). Ì vers 14 avdúkar Jesus hetta: ”Eg havi givið teimum orð Títt, og heimurin hevur hatað tey, tí tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.”

Men politisku ideologiirnar eru av hesum heimi, tær eru satans tankar! Orð Guðs, sum egentliga er Jesus, er IKKI av hesum heimi. Tvs., at ein sannur trúgvandi hugsar ikki sum hesin heimur hugsar og sum tær politisku kreftirnar hugsa (Róm. 12:2). Jesus sigur við tey trúgvandi: ”Sleppið tykkum á dyr og farið út frá teimum, tí annars hevur ein ikki lut saman við Honum. (2. Kor. 6 : 14-18, Opinb. 18:4). Jesus segði við Pætur: " ……. Vaski Eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við Mær" (Jóh.: 13 : 8b). Og hendan vaskingin fer fram via orði Guðs og bøn, og ikki eftir politiskum hugsjónum og lógarverkum!

Ì dag sita politikkarar, fyrrverandi politikkarar og mafiosar v.m. sum elstir og samkomuleiðarar í kirkjum og samkomum runt um kring, tvs. satan er stjórnarleiðarin í flest øllum samkomum í dag og Jesus er gippaður út. Hann, ið átti at verið høvur samkomunnar, er ídag degraderadur til ein ørindadrong hjá djevulinum. Og nú verður ein annar Jesus prædikaður har syndin verður legalisera. Um eg vildi, so kundi eg skriva eina heila bók um hetta evni.

Trupulleikin liggur í følskum lærum sum oftast koma frá ”sokallaðu” kristnu samkomunum. Hvussu ein so vendir og dragar bíbliuni, so loyvir teksturin ikki einum kristnum at gerast politikkari. Ein politikkari kann gott koma til umvending, men eftir hesa hending er hann liðugur í politikki for good. Paulus er besta dømi um hetta. Tá ein kristin gerst politikkari, so endar hann sum ein fráfallin kristin. Villeiðingin er total tá kristin fara á val tá politikkarar boða sín boðskap upp undir val, og tann boðskapurin er altíð grundaður á propaganda og villleiðingar. Og hvør er so tann ið villleiðir? Jú, bíblian gevur okkum eisini tað svarið: ”Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.” (Opinb. 12:9).

Trupulleikin er, at kristnu samkomurnar góðtaka ikki Kristusar læru. Og læra ápostlanna er sjálvsagt Kristusar læra (Àpostl. 1:3). Nýggja Testamenti boðar hetta týðiliga fyri okkum og ávarar eisini kraftiga um at blanda tingini saman, tvs. kristindóm og politikk. Ein gloymir orð Kristusar: ”Ríki Mítt er IKKI av hesum heimi!” (Jóh. 18:36).

Politikkur, so sum vit kenna hann og eru uppvaksin í, er av hesum myrka heimi. Bæði Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti læra hesi álvarsomu ting ið eg nevni her. Vinarliga lesið fylgjandi skriftstøð og gerist vís og klók. --- (5. Mós. 22:11, -- 2. Kor. 6 : 14-18 og 2. Kor. 7:1, -- Efes. 5:11, -- 1. Jóh. 1 : 5-6, -- Opinb. 18:4).

Tað sigur seg sjálvt, at hesar kreftir ið framdu alt hetta svínaríið í 80’unum, 90’unum og nullunum, skulu ikki (sambært skriftunum) arva Guðs Ríki. Einasti møguleiki hjá slíkum, er at umvenda seg og trúgva á evangeliið. Umvending og trúgv skal til fyri at tilogna sær frelsu Guðs. Men mong læra eitt falskt evangelium hvarí ein saktans kann trúgva á Kristus Jesus uttan at tað er neyðugt við umvending frá illverkum.

Fólk mugu skilja álvarsemi í Kristusar fyrimyndarliga boðskapinum til Pætur, tá Jesus vaskar føtur hansara: ”Vaski Eg tær ikki, hevur tú IKKI lut saman við Mær!” (Jóh.: 13 : 8).

Og sjálvt heidningaápostulin ”Paulus” fekk klár og greið boð um hvat hann skuldi gera vegna kristnitrúnna: ”Og nú, hví drálar tú? Reis teg, lat teg doypa, og fá syndir tínar avtváaðar, táið tú ákallar navn Hansara!" (Àpostl. 22:16). Og Paulus førdi eisini hesa læru víðari: ”Tí "hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur." (Róm. 10:13). Altso, at vaska og avtváa er kjarnan í tí heila, fyri síðani ”at lata seg í hitt nýggja menniskja.” (Efes. 4 : 22-24, Kol. 3 : 9-10). Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra! (Matt. 1:21).

Ì brævinum til hebrearar kunnu vit lesa hetta: ”Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, ”leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum,” og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett, havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna - og situr nú við høgru síðu hásætis Guds!” (Hebr. 12 : 1-2). Og hetta er skriva til trúgvandi menniskjur.

Av tí at øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, o.s. frv. (2. Tim. 3:16), so eru fylgjandi tekstir sera lýsandi og ein stak góð myndafrágreiðing hví ein ikki kann vera bæði kristin og politikkari. Og besta dømi hava vit við heidningaápostlinum ”Paulus!” Tí, hetta at virka sum bæði kristin og politikkari, kann samanlíknast við at ganga í klæðum sum eru vovin av tvinnanda sløgum av tilfari og samanlíknast við at sáa tvinnanda sløg av sáði í akurin. Ja, sum at tæna Gudi og Mammon. (Luk. 16:13).

Sum skriva stendur: ”……. Tú skalt ikki sáa tvinnanda sløg av sáði í akur tín. Garn og veftur mugu ikki vera hvørt sítt slagið í klæðunum, sum tú gongur í. (3. Mós. 19:19). Og víðari: ”Tú mást ikki ganga í klæðum, sum eru vovin av tvinnanda sløgum av tilfari, av ull og líni.” (5. Mós. 22:11).

Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi? Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds. Ella halda tit skriftina tala fáfongt? - Eftir heilum huga tráar Andin, Hann hevur givið bústað í okkum, men tess størri er náðin, Hann gevur! (Ják. 4 : 4-5).

”Farið út frá teimum!” (4. Mós. 16:26, 2. Kor. 6 : 14-18, Jóh. Opinb. 18:4). - Hebr. 13:8

*** = Norsk Bibel 88

Símun A. Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo