40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Kronikkur í JP: »Europa er í ferð við at gera sjálvmorð. Ella í hvussu er hava leiðararnir avgjørt at gera sjálvmorð. Um evropeiska fólki góðtekur tað, er sjálvandi ein annar spurningur.« Douglas Murrays ”The Strange Death of Europe”, 2017.

Sambært 38 ára gamla enska høvundinum Douglas Murray er evropeiskir politikarar sum Angela Merkel, Theresa May og Francois Hollande av teirri fatan at tað er einki at gera hjá teirra londum. Tað er ov seint at bremsa gongdini, sum fleiri ára tilflytingin av muslimum hevur skapt.

Politikarnir ”sum bera ábyrgdina” hava onga loysn til trupulleikarnar, teir sjálvir hava skapt, og sum hava broytt stór økir í vestureuropeiskum býum, so teir eru ikki at kenna aftur.

Frakland hevur verið í undantaksstøðu í tvey ár, og tær evropeisku trygdartænasturnar arbeiði alt døgnið fyri at hindra uppaftur fleiri terrorálopum.

Hvørja ferð tað miseydnast, messa politikarnir um, at vit mugu standa saman og ikki lata okkara gerandisdag ávirkast av terroristunum.

Men tann vesturevropeiski gerandisdagurin er langt síðani ávirkaður av terrorálopum, neyðtøkum og øðrum álvarsomum brotsgerðum.

Í Póllandi, Ungarn og Tjekkia hendur slíkt ikki, og hvør er orsøkin til tað?

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo