40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Fólkaheilsuráðið, Apotekið, Amnesty, Føroya Politi, Gigni og Sig frá! hava skipað fyri evnisviku Vika sex 2019, og í hesum sambandi vilja vit vísa á eina sera týdningarmikla bók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í mai 2016.

Í samrøðum við ung í Degi og viku í gjár hoyrdist, at tey saknaðu nútímans undirvísing um kynslív, kropp og kenslur, og her kunnu vit gera vart við, at ein bók, sum er sera væl egnað til undirvísing í hesum evninum, finst á føroyskum.

Bókin er Kroppur, kenslur og kynslív, sum kom út í mai 2016, viðger hesi evnini á ein samvitskufullan og nútímans hátt. Í bókini kunnu vit lesa um kroppin og allar broytingarnar, sum henda, tá ið vit verða kynsbúgvin og fáa svarað spurningum um sjálvsvirði, rættindi hjá børnum og ungum.

Eingin slík bók hevur verið á føroyskum fyrr, og tí mettu vit, at hetta var eitt kærkomið íkast um evnið, sum lærarar kundu brúka í hesari frálæruni.

Nathalie Simonsson, ið er ráðgevi í kynslívi, hevur skrivað bókini, og Anna Dalsgaard, lærari, hevur týtt úr svenskum. Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur í Skúlanum á Fløtum í Havn, hevur ráðgivið í tilgongdini at týða og lagað bókina til føroysk viðurskifti. Eisini hava onnur fakfólk ráðgivið, og harumframt hava 4 ungfólk, tvær gentur og tveir dreingir, í aldrinum 15-18 ár lisið og viðmerkt.

Kroppur, kenslur og kynslív er væl egnað til teirra, ið eru á veg inn í kynsbúningarárini; tað vil siga gentuna og dreingin í 6. flokki og eldri. Sambært fólkaskúlalógini er heilsukunnleiki og seksualupplýsing eitt av kravdu undirvísingarevnunum, sum lærarar skulu undirvísa í.

Yvirorðnaða evnið fyri Vika sex 2019 var Merk Mørk, og júst hetta er ein partur, sum verður viðgjørdur í bókini, nevnlig tað at merka eina ja-kenslu ella nei-kenslu. 

”Eingin skal verða noydd/ur at gera nakað, sum viðkomandi ikki heldur vera í lagi. Tað merkir, at tað í summum førum, tá okkurt ikki kennist væl, er týdningnarmikið at tora at siga nei. Onkuntíð kann tað vera trupult hjá øðrum at vita, hvat tú kennir, ella hvussu tú hevur tað – tá noyðist tú kanska at vera greiðari og siga týðiliga, at tú ikki vilt. Er tað NEI-kenslan, sum ger vart við seg, skulu onnur góðtaka tað og lurta eftir tær.” (Kroppur, kenslur og kynslív, s. 112).

Bókin er 200 bls. við nógvum tekningum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo