Eitt gott høvd og eitt gott hjarta er ein framúr blanding
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið/KT-felagið: KT-felagið ynskir Talgildu Føroyum til lukku við nýligu verksetingini av talgilda Samleikanum og Vanganum. Tað verður spennandi at síggja, hvussu hesar loysnir verða móttiknar av føroyingum og hvat næsta talgilda stigið verður.

Nú Talgildu Føroyar hava verksett Heldina, Samleikan og Vangan, er avgerandi, at politiska skipanin heldur fast í ætlanini at talgilda Føroyar og leggur lunnar undir víðari menning av talgildum loysnum til føroyingar. Talgildu Føroyar hevur í sínum verkætlanum valt at brúka føroyskar veitarar, og tað fegnast vit um.

Um koronastøðan kann læra okkum nakað, so er tað, hvussu týdningarmikið tað er, at føroyingar eiga og reka egið KT-infrakervi. Tá samfelagið fekk óynskta vitjan av koronu farsóttini, var vandi fyri, at samfelagið varð lagt lamið, men so var ikki. Ístaðin var samfelagið talgilt nærum yvir náttina og stórur partur av føroyingum kundu arbeiða víðari aðrastaðni frá og KT-infrakervið var skjótt og smidliga tillagað nýggju íkomnu støðuna.

Verklætlanir kundu halda áfram nærum ótarnað. Millum annað kundu Talgildu Føroyar verkseta Samleikan og Vangan síðst í mai mánaði og hesar skipanir verða nú testaðar av útvaldum persónum í Føroyum og ætlandi verða hesar skipanir tøkar hjá øllum føroyingum seinni í ár og hjálparpakkar vóru talgildir upp á stutta tíð, so samfelagshjólini ikki steðgaðu upp.

Føroyskt KT hevur havt ein sera týðandi leiklut í framgongdini í Føroyum. Vit síggja eisini, at fleiri í privatu vinnuni í stóran mun keypa føroyskt KT, tí tey vita, at loysnirnar virka best, um tær verða snikkaðar til føroyska tørvin. Fíggjarmálaráðið og Talgildu Føroyar hava í stóran mun fylgt hesum rákinum og vit vóna, at aðrir almennir stovnar, kommunur og privat virkir gera tað sama. Við at keypa føroyskt KT, røkka vit longri. Vit fáa tryggar, smidligar og bíligar loysnir, sum hóska til føroyska tørvin. 

Talgilda menningin gongur við rúkandi ferð. Skulu Føroyar megna at fylgja við, er alneyðugt, at vit menna loysnirnar her á landi. Tað er við til at styrkja KT-førleikarnar enn meira, so vit eisini í framtíðini kunnu menna dygdargóðar loysnir til føroyingar.

Hugsa tær til, um alt byggivirksemið í Føroyum framvegis var framt av útlendskum fyritøkum og ráðgevum. So hevði framgongdin heilt víst verið nógv minni í Føroyum, deils tí vit høvdu staðið rættiliga aftarliga í køini at fáa hjálp og deils tí loysnirnar høvdu verið væl dýrari og ikki hóskað til føroyska samfelagið og veðurlagið.

Á sama hátt er við føroyskum KT. Ein íløga í føroyskt KT er íløga í framtíðina.

------

Í KT-felagnum eru í dag:

Combine-IT, Elektron, Formula, Føroya Tele, Globe Tracker, Klintra, Knassar, KT-fo, KT-húsið, Nema, Net, Stýr, Synack, Tøkni, Halling og Nemlia

Í nevndini í KT-felagnum sita: Ulla Joensen, forkvinna, Jan Ziskasen, Fróði Magnussen, Ólavur Ellefsen, Snæbjørn Jacobsen og Gudny Langgaard.

KT-felagið er stovnað við tí endamáli at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis, at KT-vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo