Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Skulu klæðini vera lekkur, serstøk og bílig, og ynskir tú hjálp at finna júst røttu klæðini? Kom so í Reyða Kross-Endurnýtsluhandlinum í Havn, har næmingar á Føroya Fólkaháskúla hava valt klæðini til handilin.

Frá týsdegnum 3. november til fríggjadagin 6. november eru klæðini í Reyða Kross Endurnýtsluhandlinum á Bryggjubakka í Havn vald av næmingum á Føroya Fólkaháskúla. Hetta er annað ár á rað, at Føroya Fólkaháskúli og Reyði Krossur Føroya arbeiða saman um endurnýtsluklæðir.

Næmingarnir á Føroya Fólkaháskúla ynskja at vísa, at tað ber væl til at seta sín heilt egna stíl saman fyri bíligar pengar. So tak tær stundir, kom ein túr framvið, og tú kanst fara út aftur nýklødd/nýklæddur frá “topp til tá”.

Næmingarnir eru har at vegleiða teg. Ynskir tú at vera “rokkut”, hjálpa tey tær fegin at finna tann heilt rætta leðurjakkan. Vilt tú vera hippieslig, leita tey fram tann heilt rætta flower power niðurdeilin. Og tey, sum ynskja sær at vera fín, fáa eisini hjálp til at finna ein klædning, ein kjóla, taskur og hálsprýði.

Upplatingartíðirnar í endurnýtsluhandlinum á Bryggjubakka  vikuna 3. til 6. november eru sum vant týsdag til fríggjadag kl. 13.30 til 17.30.

Yvirskotið av søluni fer sum vant til arbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo