Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú lýst kunngerð um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2024.

Eftir kunngerðini fær heimaflotin færri fiskidagar í 2024, enn í ár. Fiskidagatalið hjá línuskipum, trolbátum og útróðrarbátum er minkað við 20 prosentum. Hjá trolarunum er dagatalið skorið við 10 prosentum.

Sambært Sjófeingislógin ásetir landsstýrismaðurin fiskidagatalið eftir eini umsitingarætlan. Bulurin í umsitingarætlanini er veiðireglan, ið sigur, hvussu fiskidagatalið skal stillast, alt eftir hvussu stovnarnir av toski, hýsu og upsa eru fyri, og hvussu nógv vit fiska av stovninum (veiðilutfallið).

Umsitingarætlan skal eftirmetast triðja hvørt ár.

Umsitingarætlanin er endurskoðað í vetur, so hon betri leggur upp fyri, at toskastovnurin á landgrunninum er illa fyri. Broytingin ber í sær, at veiðireglan nú er í tveimum: Ein langtíðarveiðiregla og ein endurbyggingarætlan.

Veiðireglan er broytt soleiðis, at eitt nýtt niðara vandamark er sett inn afturat fyri gýtingarstovnarnar. Um ein ella fleiri av gýtingarstovnunum eru mettir at vera niðan fyri hetta vandamarkið, skulu serlig verjutiltøk setast í verk, og dagatalið skerjast við meiri enn teimum fimm prosentunum, sum eru í langtíðarveiðiregluni.

Endurbyggingarætlanin er í fyrstu atløgu bert galdandi fyri 2024 og skal endurskoðast, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri fiskiárið 2025.

Við støði í endurskoðaðu veiðiregluni, tilmælunum frá Havstovuni og ringu støðuni hjá toskinum á landgrunninum, hevur landsstýrismaðurin gjørt av, at í 2024 verða fiskidagarnir hjá bólki 3-5 skerdir við 20 prosentum og fiskidagarnir hjá bólki 2 við 10 prosentum.

Ein onnur broyting er reglan um umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleið. Fiskidagar, sum eru ásettir til fiskiskap á innaru fiskidagaleið, kunnu nú býtast um til fiskiskap á ytru fiskidagaleið við lutfallinum 1:2. Tað hevur verið 1:3. Endamálið er at verja fiskasløg á djúpum vatni – eitt nú longustovnin, sum er mettur at vera sera illa fyri.

Umframt at skerja fiskidagatalið, staðfestir Havstovan, at neyðugt er at seta onnur átøk í verk fyri at verja toskastovnin á føroyska landgrunninum. Gýtingarfriðingarnar eiga at leingjast, økir við smáfiski eiga at steingjast fyri vinnuliga veiðu, og hjáveiðan av toski hjá teimum ymsu skipabólkunum eigur at minkast. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið arbeiðir við at fyrireika uppskot, sum seta í verk hesar broytingar fyrst í nýggja árinum.

”Støðan í toskastovninum hevur ongantíð áður verið so vánalig. Serlig átøk mugu tí setast í verk beinanvegin. Eg havi gjørt av, at tilmælini frá Havstovuni skulu fylgjast, so støðan í stovninum kann fáast aftur á beint. Átøkini fara at merkjast í vinnuni, men vónin er, at við munagóðum tiltøkum fáa vit aftur botnfiskastovnar undir Føroyum, sum eru á tí støði, sum teir eiga at vera,” sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo