Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsutrygd: Eftir at samráðingarnar millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið ikki bóru á mál, hevur Kommunulæknafelag Føroya valt at gera tillagingar í Læknavaktini 1870.

Í hesum sambandi hevur Kommunulæknafelagið boðað frá broytingum í tænastuni frá 1. juni 2023.

Læknavaktin svarar framvegis á telefon nr. 1870, og tað ber eisini til at ringja á tey telefonnummur, sum Kommunulæknafelagið hevur upplýst.

Í fyribilsskipanini verður altíð ein kommunulækni á vakt í meginøkinum. Skipan við koyrivakt heldur fram í Suðuroy og Sandoy.

Læknavaktin verður ikki longur staðsett á Landssjúkrahúsinum, men har sum vakthavandi læknin er.

Kommunulæknafelag Føroya fer at kunna borgarar á hóskandi hátt um nýggju fyribilsskipanina. Heilsutrygd fer at bera hesa kunning á www.heilsutrygd.fo

Samanumtikið verður hetta støðan frá 1. juni 2023:

1870 svarar framvegis, tá ringt verður til Læknavaktina.

Í meginøkinum verður ein lækni á vakt.

Í Suðuroy/Sandoy heldur tænastan við koyrivakt fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo