40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein partur av limum okkara eru millum tey elstu í samfelagnum samstundis sum tey hava parkinson, ið er ein kronisk sjúka. Tí eru hesi í vandabólki, sum merkir at verða hesi smitta við koronavirus kann roknast við at hesi fáa verri sjúkratekin (symptomir) enn miðal frísk fólk fáa.

Eftir tilmæli frá heilsumynduleikunum mæla vit tí til at eldri fólk við parkinson ikki luttaka í almennum tiltøkum. Eldri fólk við parkinson verður mælt frá at luttaka í skipaðum venjingarbólkum og øðrum líknandi tiltøkum.

Av ótta fyri smittuvanda hevur Parkinsonfelagið, sum áður lýst,  avgjørt at útseta aðalfundin, sum skuldi verða leygardagin 21. mars. Felagið hevur ikki ásett nær aðalfundurin verður hildin, men vit fylgja við støðuni hvussu smittugongdin í Føroyum verður.

Tað er eingin orsøk at halda at fólk við parkinson annars eru meira útsett fyri koronavirus enn onnur fólk. Tí eru ráðini sum heilsumyndugleikarnir í Føroyum mæla fólki til at fylgja -eisini galdandi fyri fólk við parkinson.

-----

Reinføri og ráð:

Nýggj koronasmitta spjaðir seg oftast, har nógv fólk savnast. Sjúkan smittar millum annað við lógvataki og smáum dropum frá hosta og njósi. Ansa eftir tær sjálvum og øðrum við at fylgja hesum ráðum.

  • Vaska tær væl og ofta um hendurnar.
  • Hosta ella njós í ermuna – ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Halt eyga við reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Kennir tú teg sjúka ella hevur sjúkueyðkenni, ver so heima, soleiðis at tú ikki smittar nakran

Reinføri á arbeiðsmarknaðinum

Gott reinføri er týdningmikið, og hetta er eisini galdandi á arbeiðsplássinum.

Vaska tær væl og ofta um hendurnar, halt fyri munn og nøs, tá hostað ella njóst verður, og hosta ella njós í ermuna heldur enn í hondina. Jú oftari, tú vaskar tær um hendurnar, jú betur.

Um lummaturriklæði, eingangs ella ikki, verða nýtt, eiga fólk at beina tey burtur forsvarliga og síðani aftur at vaska sær væl um hendurnar.

Minst eisini til at spritta og/ella vaska telefon, knappaborð, teldu, skriviborð og aðrar yvirflatur fyri at minka um smittuvandan.

PARKINSONFELAGIÐ

www.parkinson.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo