40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er við tungum hjarta, at eg boði frá at landsnevndin hevur avgjørt at enda skótaárið 2019/2020 frá í dag av. Hetta fevnir um allt "vanligt" skótaarbeiði. Tað vil siga skótafundir, sum vit kenna teir og skótalegur. Hetta inniber somuleiðis at øll landstiltøk, sosum LPK, Paladin og Úlvalegan eru avlýst.

 

Vit eru sera takksom fyri tað stóra arbeiðið, ið okkara skótaleiðarar kring landið hava gjørt, nú Coronakreppan hevur herjað. Her hugsi eg serliga um tiltakið og merkið Skóti við Hús. Vit heita á leiðarar okkara kring landið, at um orka og áhugi liggur fyri, endiliga at halda fram við hesum arbeiði, tí sjálvt um umstøðurnar ikki loyva okkum at savnast, gevast vit aldrin við at vera skótar.

 

Leygardagin á Hvítusunnu skipa vit fyri einum virtuellum legubáli á Selatrað, ið verður beinleiðis streimað yvir Facebook. Øll eru hjartaliga vælkomin at fylgja við, ung sum gomul.

 

Vónandi fáa vit savnast sum vant til eitt nýtt skótaár 2020/2021.

 

Eg vil gjarna enda við hesum orðunum hjá Baden-Powell sum kundu ikki verið meira passandi enn beint nú:

 

One of the first duties of a Scout is obedience to authority. He must obey his orders in the first place and put his own amusement or desires in the second.

 

Vinarliga

Olga Arnfinnsdóttir - Skótaovasti

 

Onnur kunning. KFUM skótarnir í Føroyum er størsta skótasamskipan í Føroyum við 320 limum. KFUM skótarnir hava í løtuni 9 aktivar skótabólkar í Tórshavn, Kollafirði, Hvalvík, Kvívík, Klaksvík, Leirvík, Fuglafirði, Vági, og við Løkin í Runavík.

 

KFUM skótarnir hava somuleiðis síðani 1989 átt og rikið Skótadepilin á Selatrað, har vælumtókta familjulegan verður hildin.

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo