40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hevur tú umhugsað at granska eftir lesnaðin? Ella ert tú bara forvitin at vita meira um, hvørjar møguleikar tú hevur at fara undir nýggjar verkætlanir?

Mánakvøldið 6. mars verður kunningartiltak í Føroyahúsinum í Keypmannahavn um møguleikar fyri at søkja um fíggjarligan stuðul til gransking og menning. Tað eru MFS og Granskingarráðið, sum skipa fyri.

Á tiltakinum verður kunnað um møguleikar fyri at søkja um stuðul úr Granskingargrunninum til verkætlanir, sum hava tilknýti til Føroyar ella sum hava týdning í føroyskum høpi.

Eisini verður kunnað um møguleikarnar fyri at søkja um stuðul úr Horizon 2020, sum er granskingargrunnurin hjá ES kommissiónini. Føroyar hava atlimaskap í Horizon 2020 og gevur hetta góðar møguleikar t.d. at koma til Føroya við fíggjarligum stuðli úr Horizon 2020.

Á skránni verða framløgur við Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum og Mariu Húsgarð, NCP-samskipara.

Eisini verður høvi at hoyra um ítøkiligar royndir við at søkja stuðul og at vera ph.d.-lesandi frá Louise Meier Carlsen, sum er innskrivað til ph.d.-lestur á Københavns Universitet, og undirvísir og granskar á Fróðskaparsetrinum.

Aftaná verður møguleiki at seta spurningar og at umrøða ítøkiligar ætlanir.

Tú kanst siga frá, at tú er áhugað/ur í tiltakinum: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo