40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

So verður aftur ein kveikjarafundur um fiskivinnu. Fundurin verður týsdagin 31. mai kl. 9.00 í Fabrikkini hjá Østrøm.

Tað verða tveir fyrilestrar á skránni:

1)  Ragnar Árnason, professari í búskaparfrøði á Háskóla Íslands: Grandfathering, auctions, taxation and social welfare

2)  Birgir Tór Rúnolfsson, lektari í búskaparfrøði á Háskóla Íslands: Icelandic ITQ system experience and prospects

Høvi verður at seta spurningar og kjakast um evnini. Somuleiðis verður ein kaffisteðgur millum fyrilestrarnar. Fundurin verður væntandi liðugur umleið kl. 11.45.

Tiltakið er ókeypis, men av praktiskum ávum heita vit vinarligast á fólk um at boða frá luttøku á industry@industry.fo ella á tlf. 309900 í seinasta lagi mánadagin 30. mai kl. 14.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo