40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

KVF roynir eftir besta førimuni at manipulera okkum. Og soleiðis var eisini í D&V týskvøldið.

Vit hava hoyrt um risastóru tilfeingisrentuna.

Henda milliardin hevur ferðast okkara millum í nógv ár. Men tølini eru skeiv.

Í stuttum er tey skeiv tí at:

Manningartalið er mett til 166, tó at rætta talið er 345,4

Hýran var ikki 424 mió. men 242 mió.

Miðal hýran í uppsjóvarvinnuni var ikki 2.487.078. Miðalhýran var 701.566

Kapitalútreiðslur verða roknaðar sum 6% av skipsvirðinum. Tað er púra við síðuna av. Tað er trupult at meta. Men 6% av skipavirðinum er langt við síðuna av veruleikanum og tað hevur tað verið síðan 2014.

Hetta eru tølini fyri 2015. Somuleiðis sæst at av skeivt útroknaðu tølunum fyri 2017 eru 505 mió. av 814 mió. longu farnar í landskassan. Og av restini skal manningin gjalda meginpartin. Og okkurt er eisini talt við 2 ferðir.

Syndarligur standur á Fróskaparsetrinum
Teir sum hava rokna og teir sum hava brúkt ella kanska misbrúkt hesa útrokning, eru neyvt teir somu, sum í dag skulu læra okkara ungu fólk búskap á Fróðskaparsetrinum. Um orsøkin til hesar feilir er kleyvarskapur ella tølini verða misbrúkt veit eg ikki.

Tað hevði verið nógv betri fyri samfelagið og tey sum læra búskap á Setrinum, at útbúgvingin bleiv avtikin og at fólk í staðin fóru av landinum at lesa.

Landsbankin ber ósannindi víðari og Moodys kreditmetur við skeivum tølum
Landsbankastjórin visti í D&V at siga, vísandi til búskaparráðið, at tilfeingisrentan er 900 mió. Og so vísti hon á, at hesir pengar kundu fíggja komandi útreiðsluvøkstur til tey eldru.

Hvat nú um talið er skeivt og øll tilfeingisrentan longu kemur í landskassan? Skulu vit so rokna við skattahækkingum? Og um so er, átti Landsbankin so ikki at fortalt okkum at vit fara at mangla pengar? Og hvussu við haldførinum?

Vit áttu at stongt landsbankan. Slíkan naivitet og so skeiva ráðgeving klára vit okkum fyriuttan. Og hetta er tað, sum Moodys kreditmetur Føroyar eftir!

Tjóðveldisvarpið
Tann, sum gekk á odda at manipulera fjøldina, til seinasta val, við skeivum tølum, væl hjálpt av beiggjanum, skal nú levera okkum somu ósannindir gjøgnum sjónvarpi.

Fólk fingu at vita, at avreiðingarvirði frá 2008 til 2017 í uppsjóvarvinnuni vaks 1.118 milliónir og insuera bleiv, at alt endaði hjá reiðarum. Men tey gloymdu at fortelja, at av hesum endaðu 505 milliónir í landskassanum og 392 mió. til onnur og reiðrin fekk 221 mió. og fór frá undirskoti til yvirskot.

KVF ger seg sjálvt til eitt upplagt stað at spara, nú framtíðin ikki er so bjørt.

So mong vóru orðini hesaferð. Eg eri ávegis at gera eina neyva frágreiðing um hesar syndarliga skeivu útrokningar.

Sum eg segði við Vilmund um ársskiftið, so var eitt mál í ár at prógva at lítið skil er í búskaparfrøðini. Prógvini eru útroknað. Nú manglar bara ein passandi tekstur.

Tað verður sanniliga stuttligt, tá eg skal møta sum 2 árs næmingur í búskparfrøði  á Setrinum aftaná summarferiuna.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo