Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

KVF: Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum seinastu árini hevur sagt seg úr starvi. “Hesi fýra árini, eg havi sitið sum tíðindaleiðari, hava verið spennandi og avbjóðandi.

Fleiri átøk eru framd bæði í útvarpi og sjónvarpi”, sigur Georg L. Petersen.

“Nú standa aðrar broytingar fyri framman, og tí er best, at onkur annar sleppur framat”, sigur hann.

Nýggjar avbjóðingar fyri framman
Kringvarpið leggur seg alt meira eftir at menna talgildu pallarnar, og hetta fer at hava broytingar við sær, sigur kringvarpsstjórin Ivan Hentze Niclasen. “Strategiskt leggja vit orku í eina talgilda snaring, og tað fer at seta nýggj krøv til leiðslu og starvsfólk.

Samstundis skulu vit alla tíðina hava fokus á at menna perspektiverandi og kritiska journalistikkin”, sigur hann.

Tíðindadeildin í KVF er størsta journalistiska arbeiðsplássið í Føroyum. Har starvast 20 tíðindafólk umframt framleiðarar, fotografar og grafikarar. Deildin framleiðir tilfar til útvarp, sjónvarp og net.

Georg L. Petersen er virkandi tíðindaleiðari, til ein nýggjur er settur.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo