Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein kvinna í 20unum er innløgd á sjúkrahús í statinum Queensland í Australia, eftir at hon varð bitin í hondina av eini sera eitrandi slangu. Tað skrivar almenni australski miðilin, ABC

Talan er um ein sonevndan eastern brown eiturorm, sum skal vera tann næst mest eitrandi í heiminum.

Kvinnan hevur tað eftir umstøðunum gott, og tað er familjuni fyri at takka, at kvinnan ikki doyði, tí so mikið langt var til sjúkrahúsið, at hon mátti flúgvast hagar. Tað er sera umráðandi, at tann sum er bitin bindur frið og at bundið verður um sárið við einum serligum bindi, sum tey áttu inni.

Tað er sera sjáldan at slanga krýpur upp í sengurnar hjá fólki. Men tað kann koma fyri, siga tey ið vita væl um slíkt.

Tað er sera heitt og slævi í Australia hetta summarið, og tað ger, at slangur og onnur tílík djór eru meira aktiv enn annars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo