40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Harðskapur móti kvinnum er ein samfelagstrupulleiki, sum má og skal loysast. Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty hava víst á, at áheitanir til Kvinnuhúsið eru øktar við 50% í ár, samanborið við 2019.

At talið av fráboðanum er eksploderað í ár má takast í álvara. Kvinnuhúsið ger eitt megnar arbeiði fyri harðskapsraktar kvinnur. Hetta týdningarmikla arbeiðið kann slett ikki undirmetast. Tær hjálpa kvinnum í neyðstøðum og geva møguleika fyri nýggjari byrjan.

Men eingin ivi er um, at umstøðurnar hjá teimum at arbeiða undir mugu betrast, serliga nú fráboðanirnar eru so nógv øktar.

Tí havi eg spurt landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hvørjar ætlanir hon hevur at bøta um umstøðurnar, um hon ætlar at skaffa nøktandi hølir til Kvinnuhúsið og um hon ætlar at hækka játtanina á fíggjarlógini.

Hervør Pálsdóttir,
tingkvinna fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo