40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Komandi hósdag, tann 2. mars kl 17.30, letur Rutt Mikkelsen málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Heitið á framsýningini er ´Kvinnur og konubrot´ og er framsýningin ein heiðran av kvinnuni í øllum sínum litum, skapum og fjølbroytni.  Altjóða kvinnudagur er í hondum og hevur hesin dagur givið íblástur til tema og myndirnar á framsýningini. Samanlagt eru gott og væl 30 akrylmálningar, sum allir eru málaðir hetta seinasta árið. Framsýningin er opin til og við tann 7. mars.

Rutt málar við hjartanum og hevur eitt persónligt forhold til allar sínar myndir. Við sterkari skapanartrongd og ælabogans litum málar hon seg inn í eina verð av hugflogi, sum er hennara frístaður, har hvørki tíð ella stað eru til.

Rutt Mikkelsen (1962) hevur alt sítt lív verið hugtikin av tí kreativa. Í 2009 kendi hon av álvara at løriftið var hennara yndisspælipláss og fór tá av álvara undir at mála. Í 2011 byrjaði hon eina diplomútbúgving á listaskúlanum Lotus Educational Institute Fine Art School í Dubai, har hon fekk intensiva frálæru av listalærarum við iranskum uppruna. Hetta seinasta árið hevur hon lagt sítt borgarliga starv til síðis og halga seg til málingina. Í løtuni er hon partur av listafelagsskapi í Singapor, har hon býr, og hevur miðvíst arbeitt við hesi framsýning.

Seinast Rutt hevði framsýning í Føroyum var í oktobur 2015, tá hon luttók á mentanarvikuni Skýming í Runavík. Tann framsýningin var ein heiðran av okkara mangan lítið virda fugli, likkuni. Á framsýningini hesuferð fær kvinnan allan heiðurin.

Framsýningin letur upp hósdagin 2. mars kl 17.30 og er opin til týsdagin 7. mars, hesar tíðir:

Hósdag     fernisering     kl. 17.30
Fríggjadag – sunnudag:     kl. 13-18
Mánadag – týsdag:     kl. 15-18

Les meira um Rutt Mikkelsen og síggj hennara málningar á www.ruttart.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo