Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Kvøða til tónaskaldið, Sunleif Leivsson Rasmussen, á seksti ára degnum.

Sum sirmið handan rútin. So nær, men so fjar. Og júst tí, kann tað vera so torført at fata at veruleikin er beint her.

Viðhvørt er tað so veruleikafjart, at vit mestsum ikki fata tað.

Kanska serliga í lítla bygdalagnum, er tað uppaftur meira mergsúgvandi og krevjandi um fatanarevnini ikki røkka stóra og kosmiska íkastinum, sum kann grógva úr Andanshyli, av Nýpuni, ella út í Salthólma.

Ikki tí, Leivur og Ada, eru ikki at skilja sum mentunarligir slánar. Tvørturímóti. Tey hava kveikt tað góða, vælviljaða og livandi grundarlagið, undir barnanna leitan uppí vitanartræið.

Tað kemur tí als ikki óvart á at tað fruktar væl. Og tá til stykkis kemur, er tað dygdin í hevjandi andanum, sum ger mun. Onki skal takast frá teimum dygdunum, men rívutindar eru komandi og farandi. Tað eru tónaskøld ikki.

Tað hevur, serliga úti í heimi, men sanniliga eisini í okkara føroyska reiðri, verið eitt dýpi av stoltleika, knýtt at søguni um komponistin úr heimbygdini.

Mannin, hvørs tónleik tey dugnaligastu fagna, og hvørs heimstekki, vit onnur bert kunnu droyma um, og takka fyri.

Góði Sunnleif! Ella Mr. Rasmussen, sum tey siga úti í heimi.

Vit á Reynatúgvu vilja heilsa tær á seksti ára degnum, og takka tær fyri mangar hugnaligar og lívsjáttandi løtur.

Tú hevur megnað at lyft tjóðina sum fólk, og hóast tú onkuntíð nertir polittisku glóðina, so brennur tú teg ikki verri enn so, at mentunnarliga flogið at sveima er frælst og fagurt.

Dagurin er tín. Arvin eiga okkara eftirkomarar.

Í vón um at títt frælsi ein dag vinnur sær rás til øll tey, sum framvegis ikki hava hoyrt tað fagra ljóðið.

Páll á Reynatúgvu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo