Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í gjár seinnapartin var hátíðarhald á Eystaru bryggju, tá  Kvøldskúlin handaði nýbygda føroyska bátin til Karin Elsbudóttir, stjóra á Norðuratlantsbryggjuni, sum hevur keypt bátin frá skúlanum.

Tað er bátabyggjarin Andrass Joensen, sum saman við næmingum á Kvøldskúlanum hevur bygt bátin, ið ið er bygdur eftir tekningum av sokallaða Múlabátinum.

Borgarstjórin segði nøkur orð í sambandi við hátíðarhaldið. Heåin Mortensen minti á, at tað eru bara nakar vikur síðan, at vit savnaðust á Ráðhúsinum at heiðra Andrassi Joensen og Kaj Hammer fyri í mong ár at hava vakt ans fyri siðbundnum føroyskum bátasmíði.

- Fyri umleið 20 árum síðan minnast vit, at Andrass Joensen flotaði bát í Hoyvík, sum hann hevði smíðað á fjósloftinum hjá Føroya Fornminnissavni. Fyrimyndin varð søgd at vera gamli Múlabáturin, sum Poul Hansen í Yvirstovu í Svínoy, ættaður úr Nornastovu í Mikladali, hevði smíðað.

- Andrass brúkti tá uppmátingarnar, sum Verland Johansen gjørdi í 1970, at gera tær tekningarnar eftir, sum eru í bókini hjá Andras Mortensen, “Hin føroyski róðrarbáturin”.

- Eg minnist at eg í 2015 setti eina stórfingna framsýning við tekniskum tekningum eftir Andrass Joensen av 30 gomlum føroyskum róðrarbátum í hølunum hjá Tórshavnar Bátafelagi. Tá vóru vit øll samd um, at henda mentanararv hava vit skyldu at bera víðari.

- Og vit kunnu altíð kjakast um, hvussu væl hevur hepnast, men ein sannroynd er, at í fleiri førum øvunda grannar okkum tað stóra og oftast frívilluga arbeiðið, sum gjørt verður í Føroyum.

- Í 2013 var bátaframsýning sjálvan ólavsøkuaftan í Tórsgøtu. Tá hoyrdu vit søgunar um bátasmiðir, sum gjøgnum øldir høvdu ferðast kring oyggjarnar av smíða bátar, har yrkið gekk í arv frá faðiri til son. Í ávísum oyggjum og bygdum vóru menn kendir fyri bátasmíð – og soleiðis hevur verið í eini 400 ár.

- Vit vita, at arbeiðið hjá Andrass vísir eina stóra virðing fyri okkara siðsøguliga arvi - og vísir ein vilja at bera henda arv víðari til yngru ættarliðini, samstundis sum tit vekja ans fyri sjálvum handverkinum.

- Eg vóni, at vit í dag eru vit meira optimistisk um føroyska bátin. Ólavsøkuaftan fara vit til kappróður, har vit øll samfelt heiðra hesi serstøku ítrótt og harvið føroyska bátasmíðinum. 

- Fyri meg sum fyrrverandi kappróðrarmann er hetta ein einastandandi fløvandi kensla, at uppliva tað ídni og tann vilja, sum liggur í hesum, at varðveita henda mentanararv okkara.

- Nú 20 ár seinni hevur Andrass aftur verið uppá spæl. Hesin báturin er eitt 5-mannafar og er smíðaður eftir uppmátingum av gamla Múlabátinum. Upprunabáturin hevði navnið Elsa, og hevur millum annað føroyskar stavnar.

- Tey, sum áttu Múlabátin, høvdu ongar arvingar, og húsið hjá teimum varð sum tey flestu vita flutt á Frilandsmuseet í Lyngby - og har stendur húsið enn. Hesin báturin er seldur til Karin Elsbudóttir, sum er stjóri á Nordatlantisk Brygge, og har kemur báturin eisini at liggja tætt við og verða til taks.

- Ætlanin  við bátasmíðnum hjá Kvøldskúlanum er at varðveita og miðla vitan um gamalt føroyskt bátasmíð. Tað hevur stóran mentanarsøguligan týdning, og gagnar ætlanini um at fáa føroyskt bátasmíð við á listan hjá UNESCO um heimsarv.

- Undirvísari hevur sjálvandi aftur verið Andrass Joensen, bátasmiður, og hava 12 næmingar trúliga luttikið í undirvísingini. Harav ein týsk kvinna - og eg skilji, at mennirnir eru serliga imponeraðir av hennara handaligu evnum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum veitti týsku kvinnuni eina serliga tøkk.

At enda takkaði hann Kvøldskúlanum og teimum, sum skipað hava fyri, og ynskti nýggja bátinum blíðan byr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo